Gevið skilsemi og skynskemi møguleika í føroyskum politikki

So turrislig og konservativ yvirskriftin ljóðar, so hava Sjálvstýrisflokkurin og samgongan onkursvegna sagt, at hesi skulu valda á Føroya Løgtingi.

Fólkið aftur til valdið: Síðan 1970’unum hevur fólkavalda Føroya Løgting givið meir og meir vald frá sær til umsitingarliga landsstýrið. Síðan kreppuárini og serliga síðan vit fóru frá kollegialum- til ráðharrastýri, hevur eisini landsstýrið givið meira og meira vald frá sær til lítla skaran av embætisfólki.

Eingin politikkur er í politikkinum í Føroyum! Hugsið bert um, at skal støða takast til okkurt politiskt mál, so verður minst ein kanningarnevnd sett, mannað av lítlu fjøldini av embætisfólkum og seráhugamálum. Er málið heilt alvárligt – skulu mørk flytast ella okkurt munagott ásetast - so verður serkøn hjálp funnin millum serkønu serðfrøðingarnar í býnum (tí ávísa eina býnum). Altso teir við somu útbúgving sum tey í fyrisitingini, men sum fáa meira burturúr at verða serfrøðingar í tí privata – og tá dálkar sjálvandi heldur eingin politikari hendurnar! Men heldur eingin polikkari hevur víst seg at hava nakra meining ella fatan ella týðandi viðmerking. Politikkurin hjá okkara politikarum er at vera fólkavaldur at taka ímóti serfróðum politikki.

Burtur við skotgrøvunum: Gangi út frá, at øll í veljaradyggumaldri vita at tey Tingfólk sum seinastu 40-50 árini, ikki hava verið partur av samgonguni- eins væl kundu havt heimaarbeiðspláss.

Samgongan fær síni uppskot samtykt – andstøðan fær síni uppskot feld.

Traditionen tro hava føroyskir politikarar- og veljarar hugsað at hetta má so vera.

Men soleiðis nýtist ikki at verða.

Søguligt preludium: Flestu munnu ásanna, at við endurføðingini av ávísum gomlum politikarum í samband við endurskapanina av vallógini, hava vit higartil bert skapt enn fleiri politiskar trupulleikar - heldur enn betur politikarar soleiðis sum endamálið við broytingini segðist at vera.

Søguligt nýbrot! Minnilutastjórn við samstarvsflokki?

Samgongan hevur saman við Sjálvstýrisflokkinum gjørt av at troyta nýggjar leiðir í føroyskum politikki.

Fyrstu ferð í politisku søgu føroya fara vit at royna eina veruliga og virkandi minnilutastjórn (onkuntíð hevur stjórn sitið heilt stutt í minniluta, t. d. Edmund løgmaður, eftir at hava blakað Sjálvstýri út fyri at vera ov hugað fyri Vágatunnlinum). Hetta setur stór krøv til politiska førleikan.

Hetta setur størri politisk krøv enn bert at grenja í teimun fjølmiðlunum, ein sum floksformaður sleppur framat – nú hava øll skilagóð mál kjans at koma ígjøgnum!

At bjóða seg fram at stýra fólkinum krevur eisini at tú torir at velja ótroyttar gøtur!

Sjálvstýrisflokkurin valdi at hava dirvi – Løgmaður og samgongan valdu at hava treysti.

Andstøðan við: Vit standa fyri stórum avbjóðingum fyri Føroya fólk. Tá er ikki nóg mikið bert at hugsa um mín flokk – um meg og míni.

Eg vil staðiliga heita á samgongu og Sjálvstýrisflokkin um at lurta eftir andstøðuni – og mest møguliga søkja breiða undirtøku á tingi um týdningarmikil mál.

Gamalt er, at blind høna kann leggja gullegg, og um Kaj Leo ella Jørgin leggja fram uppskot, eigur samgongan at virða fólkaræðið so mikið, at uppskotini verða viðgjørd í størsta álvara. Hetta vildi verið annað nýbrot í føroyskum politikki. Longu viðgerðin av uppskotinum um økta játtan til elituítróttina og uppskotinum um verjulógina benda tann vegin, at Føroya Løgting samstarvar – og Føroya Løgting ræður!

Soleiðis sum e.n. dagaskipanin var viðfarin bæði av samgongu og andstøðu – hetta eigur ikki at koma fyri aftur á Føroya Løgtingi. Okkara kanska næsttýdningarmesta lóg verður blakað á ting úttan rímuliga viðgerð, harnæst verður lógin viðgjørd í umleið ein dag í Vinnunevndini. Soleiðis eigur alt tos um álvara, seriøsitet, fornuft ella virðing fyri vinnu fiskastovnum ella fólkaræði - at tagna í samband við hesa lóg.

Fyri føroyingar og Føroyar: Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið støðu. Fyri flokkin vildi eitt nýval sjálvsagt borið okkum longur framá í atkvøðum. Men flokkurin hevur tikið ta avgerð, at politiska støðan beint nú krevur dirvi, og saman við samgonguni vilja vit vísa neyðuga áræðið fyri aftur at fáa føroyska fólkavaldið og politisku skipanina at virka.

Møguliga miseydnast royndin, møguliga fáa vit færri atkvøður afturfyri, men hetta er og eigur at verða Sjálvstýrispolitikkur – at tæna fólki og landi fram um egin áhugamál.