John Johannessen
tinglimur Javnaðarfloksins
mentanarnevndin
?????????????
Tjóðveldistingmaðurin, Páll á Reynatúgvu, vil ikki vera við til at bjarga Musikskúlanum. Orsøkin er, at landsstýrismaðurin í mentamálum vil hava fíggjarnevndina at góðtaka, at 450 túsund krónur verða fluttar musikskúlanum av játtanini uppá 500 túsund til Listaskúla á Sandoynni.
Veruleikin er, at Páll á Reynatúgvu sum fíggjarnevndarlimur undir fíggjarlógarviðgerðini kroysti fíggjarnevndina til at seta 500 túsund av til Listaskúla á Sandoynni, hóast politiskur vilji ikki var fyri hesum ófyrireikaða uppskoti. Einum uppskoti, har greiða ikki hevur verið á, um talan er um listaskúla, tónleikaskúla, ítróttarskúla ella okkurt heilt annað.
Samstundis hevði hesin sami tingmaður Tjóðveldisfloksins virknan leiklut í at skera játtanina til Musik-skúlan so mikið, at skúlin nú ikki er førur fyri at veita nøktandi frálæru, fær hann ikki tær 450 túsund krón-urnar, sum í resta.
Ein varði ella ein ítróttarhøll
Leingi hevur verið kunnugt, at sandoyggjafólk ynskja sær eina ítróttar- og samkomuhøll, fyri at økja um trivnaðin í oynni. Ein slík høll hevði eisini verið nakað, sum sandoyggjafólk høvdu fingið gleði av at brúkt sum savnandi miðdepil á nøkrum økjum innan mentanarlívið. Ein ófyrireikaður varði av einum einstøkum tingmanni í skapi sum ein skúli av einum ella øðrum slag, hevði ikki á sama hátt verið til gagns fyri Sandoyggjafólk, men heldur fyri nøkur fá aðrastaðni úr landinum.
Ítróttarhøllini hava sand-oyggjafólk arbeitt fyri. Og tí hava tey eisini fingið skrivliga tilsøgn úr Menta-málaráðnum um ein stuðul uppá 45 prosent av kostn-aðinum av eini ítróttarhøll. Mentamálaráðið hevur skrivliga boðað frá hesum.
Tað er heilt greitt, at Sandoyggin ikki er javnt sett við aðrar partar av landinum á fleiri økjum. Eisini, tá talan er um at útvega ein hentleika sum ítróttar- og samkomuhøll. Tí haldi eg tað vera rætt, at almennu Føroyar stuðla einum slíkum tiltaki. Og tað vil eg eisini fegin vera við til.
Harmist stórliga um, at tjóðveldistingmaðurin og fíggjarnevndarlimurin, Páll á Reynatúgvu, ikki vil sýna so mikið av landspolitiskum skynsemi, at hann kann bjarga gangliga landsumfatandi musikskúlanum, men heldur vil byggja lokalpolitiskan varða av sær sjálvum í skapi, sum ein ófyrireikaður Listaskúli ella Tónleikaskúli ella Ítróttarskúli ella kanska okkurt heilt heilt annað.
Ein væl virkandi musikskúli er sanniliga eisini til gangs fyri Sandoynna.
Vit vilja Sandoynni væl
Havi lisið aftursvarið frá bæði Páll á Reynatúgvu og flokstrúgva skilamanninum, Sólvit Simonsen. Báðir leggja meg undir at leggja fótonglar fyri menningarætlanum í útjaðaranum og at taka pening frá útjaðaranum. Tí vil eg beinanvegin vísa aftur. Skal til eina og hvørja tíð stuðla skilagóðum og fyrireikaðum ætlan-um á Sandoynni og aðra-staðni í útjaðaranum. Men haldi tað ikki vera skilagott at leypa á leistum fyri ófyrireikaðum ætlanum hjá Páll á Reynatúgvu og lata grundleggjandi ungdómsarbeiði, sum tann landsumfevnandi musikskúlan bløða afturfyri. Tì orkestr-inum spæli eg ikki við í.










