Í nógv Harrans ár hava føroyingar verið óførir at latið russiskum sjófólkum, sum hava verið um okkara leiðir um árskiftið, jólapakkar. Russar halda jól á trettanda, sum er hin 6. januar, og tí er framvegis góður møguleiki at gleða hesi sjófólk, sum oftast eru leingi heimanífrá.
Árni Dam sigur, at undirtøkan fyri at lata jólapakkar til russisk sjófólk altíð hevur verið góð, og hann sigur seg vóna, at soleiðis verður eisini hesaferð. - Tey eru mong, sum plaga at lata pakkar og gleða russisk sjófólk. Teir eru ógvuliga glaðir fyri alt, teir fáa, og hetta kann vera alt frá hosum til sápu.
Hann vísir á, at tíbetur fyri føroyskar familjur, eru flestu føroysku fiskimenn, sum fiska á føroyskum kjøli, heima á jólum, men tá siglt verður í øðrum londum ella í frálanda-og farmaskipavinnu, eiga summi sjófólk onnur hvørji jól heima.
- Tað verða nógv russisk skip og nógv russisk sjófólk her um okkara leiðir fram til jóla og fram til trettanda, tá russar halda síni jól. Tí hevði tað glett okkum ómetaliga nógv, um fólk aftur í ár vildu glett hesi sjófólk við einum jólapakka, sigur Árni Dam.
Tey, sum vilja lata ein jólapakka til russisk sjófólk, kunnu ringja á tlf. 231990 (Árni Dam) ella á tlf. 351990 (Faroe Agency).