- Tað er óskiljandi, at lønarkravið hjá pedagogunum ikki verður gingið á møti, sigur samgongulimur og pedagogur.
Føroya Pedagogfelagið hevur fingið nógvar stuðulsfráboðanir frá øðrum fakfeløgum, meðan tey hava verið í orrustu við Fìggjarmálaráðið, og nú eru politikkararnir komnir á banan eisini.
Í vikuskiftinum heitti Jenis av Rana, andstøðulimur og tinglimur fyri Miðflokkin á landsstýrið um at enda trætuna, og nú ger ein samgongulimur vart við seg. Talan er um Djóna Nolsøe Joensen, løgtingslim fyri Javnaðarflokkin.
Í drúgvum lesarabrævið hálovar hann tí arbeiði, sum námsfrøðingar gera og vísir á, hvønn týdning teirra arbeiði hevur fyri alla gongdina í samfelagnum.
Hendan stóran týdning tikið í mentu heldur hann, at tað er óskiljandi, at lønardeildin ikki vil ganga ynskjum fakfelagsins á møti. Hann vísir á, at dag og dagliga siga politikkarar, at námsfrøðingar skulu fáa ta løn, tey hava uppiborið. At tey mugu fáa ta viðurkenning, tey hava uppiborið.
- Eisini verður sagt, at tað er ikki annað enn rímiligt, at hesin afturúrsigldi starvsfólkabólkur fær sín part av stóra vøkstrinum, sum okkara búskapur hevur havt seinnu árini. Men so hendir ikki meira. Vøkur orð, men tey muna ikki, fyrr enn tey verða víst í verki, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Hann heldur, at tíðin nú er komin, at lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum gevur námsfrøðingunum eitt virðiligt tilboð.
- Lønarkravið, sum Pedagogfelagið hevur sett fram mótvegis mótpartinum, sigst vera smáar 8 mió. kr. Tá hugsað verður um, hvussu skjótt og snikkaleyst slíkar upphæddir, mangan verða avgreiddar í løgtinginum og stóru kommununum, so kann tað ikki annað enn tykjast heilt óskiljandi, at hetta ikki skal bera til, tá talan er um starvfólk, sum hava ein so týðandi leiklut í nútíðar samfelagnum, sigur hann.
- Skulu vit hava dygd og góðsku í samfelagnum, so fáa vit hana ikki ókeypis. Tíðin er komin, har landsins myndugleikar veruliga seta prís á góða námsfrøðiliga góðsku. Men hesin boðskapur hevur eftir øllum at døma ikki enn funnið vegin inn til Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum ella inn til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Tað er ikki longur nóg mikið, at leiðandi fólk innan hesar stovnar siga seg skilja støðuna og vilja tað besta. Nú er at vísa tað í verki, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Mong hava bíðað eftir, at løgtingið skal leggja seg upp í trætuna. Greiði boðskapurin frá Djóna Nolsøe Joensen og áhaldandi stuðulin til Føroya Pedagogfelag frá Samtak, har Sonja Jógvansdóttir er samskipari, benda á, at tað verður torført hjá samgonguni at fáa meiriluta fyri einum uppskotið, sum stuðlar Fíggjarmálaráðnum.










