Gevið okkum eitt alternativ

Í einari tíðargrein her í blaðnum fyri nakað síðani, mælti eg til, at andstøðan mobileseraði og skipaði seg sum eitt veruligt alternativ til sitandi samgongu. Leiðararnir í andstøðuni tóku, sum eg eisini roknaði við, heldur taktiskt ímóti hesum útspæli. Men tað má tó standa púra greitt fyri tey mongu, at vit mugu hava eitt veruligt alternativ, tí eitt “systemskifti” eftir næsta løgtingsval er eitt “must”.
Væl vita vit, at vit í Føroyum hava eitt sera fløkt politiskt landslag við bæði høgra og vinstra og við loysing og samband. Aðrastaðni, har valið bert stendur millum høgra og vinstra, har skifta politisku pallmyndirnar næstan alla tíðina. Eitt nú avloysti Cameron Labour-stjórnina hjá Blair og Gordon Brown, Thorning avloysti Fogh og Løkke, Reinfeldt avloysti Persson, og Hollande avloysti Sarkozy. Í Grønlandi er Siumut aftur komin framat í landsstýrinum, og í Íslandi hava gomlu flokkarnir, sum sótu við maktina, tá landið fór á húsagang, aftur mannað stjórnarskivstovurnar.
Hyggur ein nærri, so er líkt til, at hesi skiftini koma næstan av sær sjálvum, sjálvt um tær sitandi stjórnirnar kanska ikki hava klárað seg so illa. Hevur ein stjórn sitið nóg leingi, so vil fólkið hava eina broyting. Hetta er tað vanliga skiftið, sum eyðkennir lond, har vinstra- og høgrarákið bjóða hvørjum øðrum av, og soleiðis skal tað ivaleyst vera. Hetta er júst styrkin í fólkaræðinum.
Men meðan øll hesi londini frammanundan vita, hvat alternativið er, so er tað ómøguligt hjá okkum at siga nakað um, hvussu ein nýggj samgonga fer at síggja út. Júst tí var tað, at eg róði framundir, at vit longu nú strektu kjølin til eina nýggja samgongu og til eitt veruligt alternativ. Latið okkum gera eitt fundament nú, so kunnu vit altíð byggja tað út seinni. Við hesum endmáli skrivaði eg tíðargreinina við heitinum “Nú tann stundin koma má”.
Tjóðveldi í døpurhuga
Leiðslan í Tjóðveldi var sera ivingarsom um hetta útspæl mítt um blokkpolitikk. Fyrst tók tað langa tíð, áðrenn ein reaksjón kom frá ovastu leiðsluni, men tá hon so kom, so var hon eitt tekin um ein flokk í djúpum døpurhuga. Um ikki beinleiðis durafjórðingin til Javnaðarflokkin, so var tað týðiligt, at teirra fremsti hugur stóð enn sum áður til Fólkaflokkin, tí eftir teirra fatan er tað bert saman við Fólkaflokkinum, at landið kann vinnast.
Men ein uggi er tað tó, at eitt er, hvat ein veruliga ynskir sær, annað er, hvat ein fer alment út og sigur. Serliga í hasum flokkinum skulu útmeldingar altíð vera so poltiskt rættar. Soleiðis velji eg at skilja boðskapin frá leiðsluni í Tjóðveldinum.
Tað er ivaleyst so, at eitt samstarv við Javnaðarflokkin ikki er politiskt korrekt hjá Tjóðveldinum at melda út, tí hetta boðar ikki frá einum heilhjartaðum sjálvstýrispolitikki, hóast øll vita, at nógv skilagóð tøk kunnu verða tikin av hesum flokkum, landinum at frama. Eitt er, at Tjóðveldi ikki sleppur á mál við ætlanini um tann suverena føroyska statin her og nú saman við Javnaðarflokkinum, men harfrá at tvíhalda um, at tað bert er í samstarvi við Fólkaflokkinum, at tjóðin gerst fræls og frí av Danmark, tað eru vit mong, sum als ikki skilja. Søgan átti at havt lært teimum okkurt heilt annað.
Paradoksið.
Samstundis sum henda forkølaða útmeldingin frá Tjóðveldinum kom, so hevur flokkurin veruliga givið samonguni turt uppá. Fiskivinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum og passiva støðan hjá Sambandsflokkinum til sama politikk hava verið álopin við einari teppubumbing av greinum serliga frá Torbirni Jacobsen. Beinraknar sum altíð, og vit eru mong, sum eru púra samd, so tað er trupult fyri okkum at skilja, at hóast hesu massivu álopini á rikna politikkin, so sigur Tjóðveldi meira beinleiðis enn millum reglurnar, at teirra framtíðar politiski partnari eitur Fólkaflokkurin.
Eg veit væl, at hjartablóðið hjá hesum flokkin er fullveldi, og tí kann flokkurin ikki avskriva hesa ætlan í einum valstríði, men eins væl vita vit, at fullveldi her og nú er eitt fatamorgana. Tøkini verða tikin í smáum, og søgan sigur faktiskt, at tá ætlanir hava verið heldur villar, ja so er næstan einki hent. Men við realistiskum ætlanum ber til at ganga fram á sjálvstýrisleið.
Vit skulu ikki gloyma, at samgongan 2004 – 08 yvirtók fólkakirkjuna, meðan Tjóðveldi sat í andstøðu og Sambandsflokkurin í samgongu. Hetta átti at givið Tjóðveldi eina vón um, at tað kann ganga framá við sjálvstýrispolitikkinum eisini saman við øðrum, um ikki so skjótt, sum tey í Tjóðveldi kundu ynskt sær.
Javnaðarflokkurin sera greiður
Formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur púra greitt meldað út, at eitt samstarv við Fólkaflokkin ikki kemur upp á tal, tí hesir flokkar standa so langt frá hvørjum øðrum hugsjónarliga. Henda útmelding er ikke allastaðni eins væl móttikin, men eg má siga, at tað er ein djarvur leiðari, sum sigur slíkt. Hetta havi eg stóra virðing fyri.
Men í samband við ein møguligan blokkpolitikk, lat formaðurin møguleikan við einum samstarvi við Sambandsflokkin standa opnan, tí sum hann segði, so vónaði hann, at flokkurin fór at koma til “fornuft”. Ein greið og undirbygt støða, sum eg fult og heilt taki undir við.
Vælferð ella borgarliga politikk
Men eitt eru almennar útmeldingar, annað er politiska telvingin handa tjøld. Eins og neyðin lærir naknu kvinnuna at spinna, so verður andstøðan so ella so noydd at taka neyðugu tøkini, um tað so merkir, at onkur kamelur skal niður um barkan.
Tá spurningurin um berghol ella vælferð á sinni stóð á breddanum, tá var eingin ivi um svarið. Eins avgjørd trúgvi eg, at veljarafjøldin verður, tá valið skal standa millum eina uppbygging av mistari vælferð heldur enn framhaldandi borgarligan politikk.
Vit hava eina støðu í dag við rættiliga djúpum frustrasjónum. Fólk er í øðini um, hvat hendir ella rættari, hvat ikki hendir innan eldraøkið. Tey eldru verða handfarin sum pakkapostur, og við boðum frá landsins leiðslu verður skorið og minkað um røktina.
Eitt gott land – eitt vælferðarsamfelag er eyðkent av, hvussu eitt nú tey eldru og útsettir bólkar í samfelagnum hava tað og trívast. Her hava vit veruliga ein trupulleika. Landsstýrið leggur síðan “elegant” eitt roykslør út og sigur, at alt verður betri, tá eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita. Men álvaratos, er tað ikki bert spurningur um pengar. Um teir koma úr einum almennum kassa ella einum øðrum, kann fyri skattgjaldaran vera eitt feitt, tí tað, sum veruliga telur er, um økið virkar. Eg vóni, at kommunurnar ikki glaðbeintar taka av uttan fyrst væl og virðiliga at tryggja sær, at økið fungerar, sum tað skal, og at neyðuga játtanin fylgir við.
Ein onnur orsøk til djúpa frustrasjón er hurlivasin og totala skilaloysið, sum valdar innan fiskivinnupolitikkin. Men lat tað liggja á hesum sinni.
Tó má sigast um sitandi samgongu, at hon hevur víst sera stórt arbeiðssemi og hevur verið sera málrættað, tá hon í bráðskundi gjøgnumførdi politisku kongstankarnar hjá Fólkaflokkinum um flatskatt og fortíðarskatting av pensjónum. Men tá tað so kemur til reformar og annan veruligan politikk, so er tað mest “snikk-snakk” um, at nú skal ein breið semja finnast um hetta og so um hatta. Men als eingi úrlsit.
Gevið nú fólkinum eina vón
Andstøðan í Løgtinginum hevur í tíðarskeiðnum, sum er farið av hesum valskeiðinum, veruliga víst hegni og skil til innihaldsríkt og konstruktivt andstøðuarbeiði. Vit eru eisini mong, sum hava lagt til merkis, hvussu væl Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava virkað saman í andstøðu. Tað er avgjørt eitt gott grundarlag at arbeiða víðar út frá.
Fólkinum tørvar eina vón – gevið okkum hana.