Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Eg rokni við, at vit halda nýggjár heima í Hoyvík. Kanska eisini nakrar løtur saman við báðum døtrunum og familjum teirra, bæði her í Hoyvík og á Argjum. Kanska verður hetta fyrsta nýggjárið úti á Argjum, har yngra dóttirin hevur tikið bústað. Eg taki tað rímiliga róligt um nýggjarið, njóti sjónina av fýrverki og hugni mær saman við familjuni.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?
- Størsta upplivingin í 2020 var, at yngra dóttirin fekk prógv sum cand.scient.biochem, og so var tað eisini spennandi at taka nýggja "slanguleysa" insulinpumpu av slagnum “medtrum” í nýtslu. Og so sjálvandi, at Liverpool FC gjørdist enskur meistari í fótbólti!
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Tað keðiligasta í 2020 var ivaleyst covid-19.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Eg havi góðar vónir um 2021. Gleði meg at uppliva árið við øllum tí, sum tað fer at bera okkum.
Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?
- Eg hugsi, at eg hvørt ár í nøkur ár havi givið nýggjárslyfti um at gera nakað við fysiska formin, sum kundi verið betri, enn hann hevur verið í nøkur ár. Tað lyftið er brotið líka so ofta, sum tað er givið, men hvør veit - kanska vit geva tí ein kjans aftur hetta ársskiftið.










