Í hesum samgonguskeiðinum er tað sum ongantíð fyrr í Føroya søgu eydnast sjálvstýriskreftunum í Føroyum at savnast um hetta stóra málið. Hetta hava vit ikki minst Anfinni Kallsberg, løgmanni, fyri at takka. Vit hava sett út í kortið, og tað sum nú ræður um, er at halda saman frameftir, soleiðis at vit kunnu koma á mál.
Eg fari tí at heita á øll tykkum, sum hava staðið so stinn um Fólkaflokkin, um ikki at svíkja okkum heldur hesaferð. Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri sjálvstýristilgongdina, at Fólkaflokkurin framvegis stendur á odda!
Veljarakanningarnar ganga eitt sindur ímóti okkum í løtuni, og sum heitur sjálvstýrismaður eri eg bangin fyri, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera, um ov stórur munur verður ímillum teir stóru flokkarnar á sjálvstýrisvonginum.
Vit skulu minnast til, at hugsjónarliga er stórur munur á tí vinstrahalla Tjóðveldisflokkinum og tí borgarliga Fólkaflokkinum, men av tí at báðir flokkarnir hava verið líka stórir, hevur borið til at funnið semjur á flestum økjum saman við Sjálvstýrisflokkinum!
Góðu fólkafloksfólk og annars øll borgarliga sinnað sjálvstýrisfólk! Eg veit, at summi av tykkum halda, at Fólkaflokkurin hevur verið ov lunkaður í sjálvstýrismálinum. Hann meldar kanska ikki so klárt út og rópar kanska ikki so hart sum Tjóðveldisflokkurin!
Minnist kortini til, nú tit fara á val, at tað er undir fólkafloksleiðslu, at hesi størstu stig á sjálvstýrisleið eru tikin. Eg skal einki taka frá hinum samgonguflokkunum, men eg kenni meg sannførdan um, at eingin annar enn Anfinn Kallsberg hevði megnað hetta!
Farið tí á val og gevið løgmanni og Fólkaflokkinum eitt herðaklapp. Tað er alneyðugt, um stígur ikki skal koma í sjálvstýristilgongdina!










