Fríggjadagin 14. og leygardagin 15. desembur vitjar Jólamaðurin, Kjøtkrókur, í SMS. Hann fer at halda til frammanfyri jólabýin á Torginum. Øll børn, sum brúka suttu, og ynskja at leggja av, kunnu geva Kjøtkróki suttuna. Aftur fyri fáa tey ein lítlan mjólkarpakka frá MBM og frukt.
Í fjør um hetta mundið tók Kjøtkrókur eisini ímóti suttum á Torginum. Tá góvu rættuliga mong børn honum suttuna, og hann vónar, at hesaferð fær hann eins nógvur suttur, um ikki fleiri.
Við sær í SMS hevur Kjøtkrókur eisini allar sutturnar, hann fekk í fjør.
Fríggjadagin ber til at geva Kjøtkróki suttuna ímillum kl. 16.00-17.30 og leygardagin ímillum kl. 12.00-14.00.
Beint eftir vitjanin hjá Jólamanninum fríggjadagin spælir Tórshavnar Ungdómshornorkestur jólatónleik á Torginum. Samstundis sum tey spæla, selja tey eisini lutaseðlar til frama fyri eina konsertferð. Vinnararnir verða funnir eftir framførslu teirra á Torginum, verður sagt úr SMS.