Mimmy Vágsheyg, sum rekur Café Fríðu, var heima á Biskupstorginum jólaaftansdag, har hon og sonurin ótu nýggjárstosk um dagin og so ræstan veðrabógv saman við góðum vinfólkum um kvøldið.
- Eg vænti, at vit verða eini seks fólk. Men, nú minkar burtur av hópinum, og onkur hevur eisini fingið koronu, sigur hon.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2021?
- Tað besta var, at nýggja Café Fríða læt upp á Biskupstorginum, og at eg og sonurin endiliga fingu eina góða íbúð.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Á vári í 2021 fekk mín kærasta vinkona Maiken staðfest krabbamein. Tað er avgjørt tað ringasta, sum hendi í 2021.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2022?
- Mín størsta vón til 2022 er, at eg og vinkonan og okkara synir fáa fleiri góðar løtur saman.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Eg vil ikki geva lyftir, eg ikki kann halda. Eg vildi gjarna sagt, at eg vil leggja av at roykja, men tað havi eg roynt áður. Men, eg vil lova mær sjálvari altíð at minnast til at vera takksom, sigur Mimmy Vágsheyg.