? Tað harmar okkum almikið, at stjórnin ætlar at taka av árliga stuðulin upp á 1.5 milliónir krónur til ICC (Inuit Circumpolar Conference).
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, í eini áheitan til Andres Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, nú tað ljóðar, at stuðulin til ICC skal takast av.
Í áheitanini sigur Javnaðarflokkurin, at ICC er av stórum týdningi fyri inuittarnar í Grønlandi, Canada, Alaska og Russlandi.
? ICC (Inuit Circumpolar Conference) er altjóða felagsskapur hjá Inuit í Arktis. Hesin stovnur ger eitt stórt arbeiði fyri at verja og varðveita umhvørvið í Arktis, eins og stovnurin hevur alstóran týdning fyri mentan og samleika hjá inuit-tjóðunum í arktisku økjunum. Samstarvið røkkur frá Chukotka í Russlandi yvir Grønland og Nunavut í Canada til Northern Slope í Alaska. Felagsskapurin umboðar 150.000 íbúgvar, verður sagt í tíðindaskrivinum, sum Javnaðarflokkurin hevur sent út í hesum sambandi.
ICC er ein sera týðandi altjóða felagsskapur, ið hevur vunnið sær stóra altjóða viðurkenning fyri virksemi sítt. Sum dømi um hesa viðurkenning nevnir Jóannes Eidesgaard, at ICC hevur ráðgevarastøðu hjá ST, og at ICC hevur fingið umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Endamálið hjá ICC er eitt nú at styrkja samanhaldið millum Inuit í londunum í arktisku økjunum, at virka fyri rættindum hjá Inuit, at tryggja umhvørvið og at virka fyri politiskari, búskaparligari og sosialari menning í arktisku økjunum.
? Tað er tí harmiligt og skelkandi, at stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen nú hevur gjørt av at strika árliga stuðulin til ICC. ICC hevur í nøkur ár fingið 1,5 mió. kr. í rakstrarstuðli av donsku fíggjarlógini og hevur hesin stuðul havt stóran týdning fyri virksemið hjá stovninum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Føroya Javnaðarflokkur vil gera vart við, virksemið hjá ICC ikki bert hevur týdning fyri Arktis. Umhvørvið í Arktis hevur týdning fyri allar tjóðir í Útnorði og kring Norðuratlantshavsins strendur. ? Umhvørvisarbeiðið hjá ICC hevur tískil týdning ikki bert fyri Inuit, men fyri allar tjóðir fyri Norðan. Avgerðin hjá donsku stjórnini fer at hava ta avleiðing, at virksemið hjá ICC verður skert. Hetta merkir aftur, at avgerðin hjá donsku stjórnini fer at hava negativar avleiðingar ikki bert fyri ICC, men eisini fyri tjóðirnar eitt nú í Útnorði, sigur hann.
Javnaðarflokkurin sigur, at danski ríkiskassin hevur spart umleið 360 mill. kr. við yvirtøkunum, ið komu í gildi 1. januar í ár. Javnaðarflokkurin heldur tí, at tað skuldi borið væl til hjá donsku stjórnini at nýtt ein lítlan part av hesum sparda peningi til gangs fyri umhvørvi og mentan í norðaru pørtunum av ríkisfelagsskapinum, heldur Javnaðarflokkurin, sum í gjár skrivaði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, bræv, har Javnaðarflokkurin heitir á forsætisráðharran um at nýta 1,5 mió kr. av sparda blokkstuðlinum til Føroya sum stuðul til ICC í 2002 og framyvir.
? Á henda hátt kann stjórnin tryggja, at virksemið hjá ICC ótarnað kann halda fram til mikið gagn fyri tjóðirnar í Arktis eins væl og fyri allar tjóðir í Norðuratlantshavi, sigur Javnaðarflokkurin at enda í brævinum til Anders Fogh Rasmussen.