Svenning Borg, Vágur
Viðvíkjandi einskiljingini av Føroya Banka vil eg heita á politikkarnir um at lata allar føroyingar fáa eitt partabræv í Føroya Banka áljóðandi eitt rímuligt virði.
Tit kendu føroyingin, tá íð alt fór á heysin í hesum landi og sendi honum rokningina. Nú íð seljast skal, kenna tit ikki sama føroyingin aftur, sum knossaði seg ígjøgnum kreppuna og tók eitt ódnartak, fruktinar av tí er eitt nú Føroya Banki.
Hava tit gloymt tað ella hví skal Føroya Banki seljast uttan um tann veruliga ánaraan?
Tit mátti verið glaðir um, at allir føroyingar áttu eitt partabræv, sum var skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya.