Gevið børnunum vatn at drekka

Brúkarateigurin

 

Børn eiga at drekka vatn, at sløkkja tostan við og so ein fjórðingspott av mjólk hvønn dag. Søtu leskidrykkirnir eru tann reina kemi.


Hetta er innihaldsyvirlitið á einum dunki av leskidrykki, sum eigur at tynnast í lutfallinum 1:9:

85% vand, 10% saft (heraf 9,7% druesaft, 0,3% jordbærsaft), 3% surhedsregulerende midler (E 330, E 332), farvestoffer (E 163, E 150d), sødestoffer (E 952, E 954, E 951, E 950), aroma, konserveringsmidler (E 211, E 202), antioxidant (E 300). Tilsamans 13 E'ir - væl í gagnist!

Flestu leskidrykkir á marknaðinum eru kemiskar bumbur, sum, umframt at taka matarlystin frá børnunum, eru ringir fyri heilsunna og tennirnar. Øll sum hava við børn at gera, í skúlum og á stovnum, uppliva at børnini broyta atferð, tá tey fáa nógv tilsetingarevni og sukur. Einki talar fyri hesum drykkjum - teir geva eingi føðsluevni, bert óveruligar smakkiupplivingar. Eisini vita vit, at talið á børnum við ovurviðkvæmi er støðugt vaksandi og talar tað í sjálvum sær fyri at velja dygd fram um nøgd.


Stórur munur er á leskidrykkjum

Í grannalondum okkara finnast yvirlit yvir góðkend tilsetingarevni, nevnd E-nummar yvirlit. Slík yvirlit finnast ikki í Føroyum, og noyðast vit brúkarar tí at halda okkum til útlendsku tilráðingarnar hesum viðvíkjandi. Í grannalondunum finnast eisini greiðar reglur um nær talan er um djús, fruktsaft ella leskidrykk.

Djús verður roknað sum reinasta vøran, har nakað av sukuri kann latast útí óblandaða fruktúrdráttin.

Næsti bólkur er fruktsaft, sum bæði smakkar av og inniheldur frukt. Hesin bólkur hevur loyvi at bera heitið "saft" í navninum. Hon kann vera søta antin við sukuri ella øðrum søtingarevni. Í slíkari fruktsaft eru einans nøkur fá tilsetingarevni loyvd og bannað er at nýta litevni. Fruktsaft verður sum oftast framleidd úr fruktúrdrátti (koncentrat), og merkir hetta, at væta er tikin burturúr upprunaligu fruktsaftini.

Meðan flestu søtu saftirnar innihalda frukt, eru mest sum allir aðrir leskidrykkir tann reina kemi. Teir nevnast millum annað "drikk", "sodavatn", "læskedrik" ella "drikkekoncentrat" og er innihaldið er stórt sæð bara lit-, tilsetingar-og smakkievni.


Vaksandi nøgdir seldar

Nøgdirnar sum vera settar til lívs av hesum drykkjum eru hækkaðar sera nógv seinastu árini, eftir eitt áhaldandi sølu- og lýsingararbeiði hevur sannført okkum um, at her fáa vit nakað fyri pengarnar. Leskidrykkirnir verða seldir allastaðni, eru bíligir, og at teir verða seldir í plastfløskum við skrúvuproppi ger, at teir eru ómakaleysir at fáast við.

Samanumtikið kunnu vit siga, at børnini eru ikki okkara ogn, men einans til láns. Tí eiga vit einans at bjóða teimum tað allarbesta - nevniliga vatn at sløkkja tostan við og so ein fjóðringspott av mjólk hvønn dag. Og einans saft, tá okkurt serligt er á vási.