Løgreglan boðar seinnapartin í dag frá, at olja er á Eystanvegnum á Sandoy. Talan er um strekkið millum Traðir og bygdina Sand.
Tí mælir løgreglan øllum, sum ferðast á hesum strekkinum, til at geva ans, tí tað kann vera vandamikið at koyra á vegi, har olja er.
- Hált er á vegastrekkinum, og brunaliðið er farið at spula vegin, skrivar løgreglan í boðum.