Gevast við sangleiki eftir 13.952 sýningar

Eftir ársskiftið gevast tey at framføra heimskendan sangleik á Broadway

Í februar mánaði næsta ár verður sangleikurin “The Phanton of the Opera” framførdur fyri seinastu ferð á kendu mentanargøtuni Broadway í New York.

 

Leikurin er ein hin kendasti sangleikurin í heiminum, og tá ið tey gevast við leikinum um nakrar mánaðir, hava tey havt 13.952 sýningar í 35 ár. Hetta er tann leikurin, ið hevur verið spældur í longsta tíð á Broadway.

 

New York Times skrivar, at atgongumerkjasølan hevur verið víkjandi síðani koronusmittuna, og nú ber framleiðslan seg ikki longur. Fríggjadagin boðaðu tey, ið standa fyri uppsetingini, starvsfólkunum frá, at tey gevast við leikinum í februar.

 

Tá ið givist verður við at spæla “The Phantom of the Opera”, vera “Chicago” og “Lion King” teir leikir, ið hava spælt samanhangandi í longst tíð á Broadway. Teir vóru frumsýndir í ávikavist 1996 og 1997 og verða framvegis spældir.

 

Kenda bretska tónaskaldið Andrew Lloyd Webber skrivaði “The Phantom of the Opera”, og leikurin var fyrstu ferð sýndur í London í 1996. Frameftir ber framvegis til at síggja leikin aðrastaðni enn á Broadway. Ein koronutillagað sýning er í London, ein nýggj uppseting er júst gjørd í Australia, og arbeitt verður eitt nú við spanskari uppseting.