LFÚ gevst nú við allari ráðgeving til lesandi.
Tað upplýsa tey í tíðindaskrivi beint nú og tað verður tnn 1. juli, at tey gevast Tey siga, at tað er mentamálaráðið, sum hevur avgjørt, at virksemi hjá LFÚ nú skal steðga.
LFÚ-ráðgevingin er ein partur av LFÚ, og arbeiðið her steðgar tí eisini 1.juli.
Týsdagin 29.juni er seinasta dagur, ráðgevingin hevur opið.
Aftaná hendan dag mugu fólk, sum ynskja vegleiðing um útbúgvingar og onnur viðurskift, sum hava við útbúgving at gera her í Føroyum ella uttanlanda, venda sær til Altjóða skrivstovuna ella til MMR.










