Flogfelagið Singapore Airlines hevur gjørt av at gevast við teimum rutunum, sum vara meiri enn 18 tímar. Tað ber í sær, at felagið gevst við beinleiðis flúgvingini millum Singapore og Loas Angeles og millum Singapore og New York.
Orsøkin til avgerðina er sambært amerikonsku tíðindatænastuni Bloomberg, at brennievnið er vorðið so dýrt, samstundis sum færri og færri flúgva á hesum rutunum.
Ferðin millum Singapore og New York er meiri enn 15.000 kilometrar og tekur knappar 19 tímar. Ferðin millum Singapore og Los Angeles er góðar 14.000 kilometrar og varir umleið 18 tímar.
Singapore Airlines hevur røkt hesar báðar ruturnar síðani 2004. Tá tær verða lagdar niður, verður rutan hjá avstralska felagnum Qantas millum Sidney og Dallas tann longsta. Hon er knappliga 14.000 kilometrar, og flogtíðin er 15 tímar og 25 minuttir.