Gevast við at senda post til USA

Í Kuba hevur postverkið gjørt av at steðga øllum postflutningi til USA. Orsøkin er tann stranga amerikanska yvirgangslóggávan, sum ger, at næstan allur posturin verður pakkaður upp, áðrenn hann verður borin út, og at nógv verður sent aftur til sendaran.

Hetta seinasta hevur eisini víst seg at vera sera dýrt, tí postur úr USA til Kuba verður sendur við flogfari umvegis Meksiko ella Kanada.

Amerikonsku myndugleikarnir herdu í heyst eftirlitið við posti úr øðrum londum, eftir at kanningar høvdu avdúkað nakrar bumbupakkar, sum vóru komnir úr Jemen.

Postsambandið millum USA og Kuba steðgaði aftan á kubansku kollveltingina fyri 50 árum síðani, men í 2009 samdust stjórnin hjá Barack Obama og kubanska stjórnin um, at amerikanarar kundu senda post til Kuba umvegis onnur lond so sum Meksiko ella Kanada.