Framsmenn hava nú ongar vónir, at finna flogfarið, sum bleiv burtur yvir Atlantshavinum í juni, skrivar AP. Flogfarið datt niður ávegis úr Rio de Janerio til París. 228 ferðafólk vóru við flogfarinum
Eingin veit at siga, hví flogfarið datt niður, tann spurningurin verður tí helst ósvaraður, nú leitingararbeiðið gevst, uttan at teir svørtu kassarnir eru funnir.
Í eini útsøgn frá fronsku flogferðslumynduleikunum verður sagt, at skipið, sum hevur leitað eftir teimum svørtu køssunum, er farið av økinum, og er ávegis til Senegal.
Í komandi viku verður avgerð tikin, um leitingin skal halda fram.