Gevast nú at grava

Hjá Landsverki gevast tey nú at grava fyri kvøldið. Enn sum áður er ikki koyrandi til fleiri bygdir

Á heimasíðuni hjá Landsverki ávara tey framvegis um vánalig koyrlíkindi kring alt landi. Nógv jarðrok er á fleiri vegum og eisini á teimum lágtliggjandi vegunum.

 

Enn verður koyrt í raðkoyring til Viðareiðis, har koyrt verður eftir høvlinum. Hinvegin er ikki koyrandi til Oyndarfjarðar, Funningsfjørð og til eysturbygdirnar á Sandoynni. Sera vánalig koyrilíkindi er um Hálsin við Sandavág, Velbastaðháls og við Norðskálatunnilin. Tey eru givin við at grava til Vestmannar, Vágarnar, Elduvíkar, á Oyggjarvegnum, til Skælings, til Syðradal, til Gjáar, Oyndarfjarðar og til Saksunar.

 

Fyrr í kvøld søgdu tey á Landsverki, at tey mæla fólki frá at koyra, um hetta er avgerandi neyðugt.