Gevast nú við øllum royndum at fáa semju í verkfallinum

Verkfallið hjá ljósmøðrunum kann draga út, tí nú hevur semingsmaðurin kastar handklæðið í ringin

– Nú gera vit í hvussu so er ikki meiri. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, nú ein semingsroynd afturat slitnaði á miðdegi í dag. Sostatt er vandi fyri, at verkfallið hjá ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum, dregur út.

 

Hetta er annað semingsuppskotið, ljósmøðurnar vraka, og semingsmaðurin sigur, at tað er púra greitt, at nú fær hann ikki gjørt meiri fyri at finna eina semju. Hann leggur afturat, at tað er spurningurin um løn, sum skilur partarnar, men fleiri viðmerkingar hevur hann ikki til tað.

 

– Vit hava roynt allar møguleikar, vit hava hugflog til at í royndunum at finna eina semju, og nú ger semingsmaðurin avgjørt einki afturat av sínum egnu ávum fyri at finna eina semju. Hann sigur, at nú hendur einki fyrr enn partarnir sjálvir venda sær til semingsmannin og boða frá, at teir hava flutt seg so mikið, at útlit eru fyri eini semju.

 

Ljósmøðurnar hava boðað frá, at nú klokkan 15 í dag, verður verkfallið hert og nú fara tær ikki at geva fleiri undantøk. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur sagt, at hendan støðan kann ikki halda fram í nógvar dagar. Hon sigur, at tey fylgja væl við og meta um støðuna alla tíðina.

 

Og eitt, tey skulu taka støðu til reiðiliga skjótt, er, um støðan er so hættislig, at Løgtingið skal kallast saman at gera enda á verkfallinum við lóg. Men Sirið Stenberg leggur afturat, at tað er eitt so víðgongt inntriv, at tað eigur bara at verða gjørt í heilt serstøkum førum, og nú skal so støða takast til um tey meta støðuna so álvarsliga nú, at tað verður gjørt.