Skipini hjá Faroe Ship strika nú Klaksvík úr ferðaætlanini. Lómur og Blikur gevast nú við regluligu siglingini upp á Klaksvík. Tað stendur á heimasíðuni hjá reiðarínum, og sum skilst hava viðskiftafólkini hjá felagnum fingið boð um broytingina.
Á heimasíðuni stendur, at avgerðin er strategisk og ein liður í at streymlinja virksemi og bøta um tænastuna
og arbeiðsgongdina innan inn- og útflutning og innlendiskoyring.