Gevast at selja ivasom merki

Higartil hava fyritøkurnar, sum hava størsta partin av marknaðinum við bjargingarútgerð, selt øll trý sløgini av bjargingarringum, ið kunnu søkka. Men nú upplýsa stjórin á Gummubátatænastuni og stjórin á Fønix, at teir í framtíðini ikki fara at selja ivasomum merkini

Tað hevur verið gjørligt at keypa bjargingarringar av ivasomu merkjunum Eval, Perrybuoy og Valeria San Giorgio – sum í Svøríki eru staðfestir at kunna søkka – frá fyritøkunum, sum selja mest bjargingarútgerð í Føroyum. Men soleiðis verður ikki í framtíðini.

Fønix hevur millum onnur selt merkini Perrybuoy úr Onglandi og Altura úr Italia, men sambært stjóranum fer hetta ikki at halda fram.

– Vit hava til samans tríggjar ringar eftir av hesum sløgunum, og eru í veruleikanum longu skiftir til merkið Lalizas, sum ongin feilur er funnin við, staðfestir Alfred Hummeland, stjóri og eigari á Fønix.

Støðan er tann sama hjá Gummibátatænastuni.

Teir hava selt nakrar ringar av merkinum Eval, men Dánjal Jóhan Thomsen, stjóri á Gummibátatænastuni sigur seg sjálvandi ikki vilja selja ringar við feilum.

– Vit selja nógv mest av ringunum, sum eita Viking, og tí fara vit at halda fram við, sigur stjórin á Gummibátatænastuni.


Taka ringar inn

Í gjár fekk Alfred Hummeland bræv frá Valeria San Giorgio í Italia, sum gera Altura ringarnar.

Í brævinum stendur, at fær fyritøkan defektar ringar aftur, sum serliga eru framleiddir í januar 2004, so verða teir endurgoldnir, tí fyritøkan vil ikki hava fleiri feilir at henda, og annars greiðir brævið frá, hvussu ringarnir skulu handfarast, so teir halda so væl sum gjørligt.

– Eg havi enn ikki fingið nakað bræv um Perrybuoy, so vit fáa at síggja, hvussu teir gera, sigur Alfred Hummeland.

Hann leggur afturat, at hann er um at senda bræv út til allar sínar kundar, um hvussu teir kunnu fyrihalda seg við hendan trupulleikan, sum sær út til at vera.

Hjá gummibátatænastuni verða eisini tiltøk sett í verk.

– Vit hava bara selt 12 ringar av slagnum Eval, og nú fara vit at taka teir allar inn til kanningar, sigur Dánjal Jóhan Thomsen, sum er um at geva hesi boðini út til teir ymisku kundarnar.


Skift ringar út

Hóast tað ikki var fyrr enn mánadagin, at tað kom alment fram í Føroyum, at feilir eru í ávísum sløgum av bjargingarringum, so hava partar av skipavinnuni verið greiðir yvir ivasomu ringarnar í eina tíð og hava tikið avleiðingarnar av tí.

– Vit hava dømi um skip , sum longu hava skift allar ringarnar umborð út, sigur Alfred Hummeland.


Ein einfaldur feilur

Báðir stjórarnir á fyritøkum, sum selja bjargingarútgerð, staðfesta, at tað ikki er nógv at halda um hetta mál.

– Tað er ikki óvanligt í øðrum vinnum, sum til dømis í matvøruvinnuni, at ávís mistøk henda framleiðsluni.

– Hetta er eftir øllum at døma ein einfaldur produktiónsfeilur, og tí er tað bara gott, at tað verður uppdagað, sigur Dánjal Jóhan Thomsen.

Alfred Hummeland á Fønix sigur, at tað er eitt øgiliga lítið tal av ringum, sum feilur er í, men at avleiðingar sjálvandi mugu takast.


400 krónur

Ein bjargingarringur kostar vanliga einar 400 krónur uttan meirviðrisgjald, so tað er ikki tann størsta íløgan at broyta bjargingarringar, sambært stjórunum á Fønix og á Gummibátatænastuni.