Gevast at koyra við leið 5 og 6

Ringa veðrið hevur við sær, at leiðirnar 5 og 6 hjá Bussleiðin í Havn gevast at koyra seinnapartin

Avlýsing av túrum hjá leið 5 og 6 týsdagin 7. februar og mikumorgunin 8. februar

 

Leið 5 gevst at koyra týdagin 7. februar kl. 17. Síðsti túrur úr havn er kl. 16:10. Tá fer leið 6 av Farstøðini og hevur samband við leið 5 í Kaldbaksbotni kl. 16:28, ið fer til Kaldbaks. Leiðin byrjar at koyra aftur mikumorgunin 8. februar kl. 10:16 úr Kirkjubø og kl. 9:20 úr Kaldbak.

 

Leið 6 gevst at koyra 7. februar kl. 16:53. Leiðin byrjar at koyra aftur mikumorgunin 8. februar kl. 9:32 av Signabø.