Gevast í 2005

Fimm partar eru framvegis eftir at senda av “Minnist tú enn”, og síðani farið varð undir seinna partin av sendingunum, hevur tað verið greitt, at hesar sendingarnar skuldu fevna um tíðarskeiðið frá 1982, tá fyrstu fimm sendingarnar sleptu, og fram til 2005.

Valið er ikki heilt av tilvild, viðgongur Suni, sum nevnir tríggjar høvuðsorsøkir.
- Fyrst og fremst, so merkir hetta – um vit siga, at føroyskur poppur veruliga byrjaði í 1955 – at tær 13 sendingarnar soleiðis fevna um eitt 50 ára tíðarskeið.
- Hartil, so var júst 2005 eitt slag av skilnaðarárið. Prix’ið varð hildið fyri seinastu ferð, og eftir eitt ár við einum meira ella minni bastardi, datt hetta slagi av tónleikapallinum heilt burtur. Tað merkir eisini, at vit eftir 2005 í nógv minni mun hava tilfar, sum dokumenterar tann partin av mentanini, sum tónleikur er.
- Eg havi eisini sagt fyrr, at Kringvarpið í dag í nógv minni mun dokumenterar mentan. Tá Sjónvarpið byrjaði á sinni, hevði Finnbogi Ísakson sum krav, at ein verulig mentanarsending skuldi vera á skíggjanum í minsta lagi 14. hvønn dag. Hetta ber við sær – hóast tøkniligu avmarkingarnar, ið tá vóru, at vit nógv betur kunnu dokumentera hendan partin av tónleikasøguni sammett við í dag.
- Og í triða lagi, so er hetta eisini ein afturlítandi sending. Kemur tú ov nær nútíðini, so er trupult at vera afturlítandi. Tá ber eisini illa til at siga, hvørjir varðar standa eftir av tí, sum verður framført. Uttan at taka nakað frá Byrtu, so hevði eg hug at smílast nú ein dagin, tá teirra útgáva varð umrødd í Útvarpinum. Har vóru vertirnir á einum máli um, at hetta var ein sera týðandi útgáva, sum kom at hava stóra ávirkan á framtíðina. Tað kann eg so bara smílast at, tí tað hava vit jú ikki ánilsi fyri, heldur Suni.