Vit eru blivnar nógv meira tilvitaðar um endurnýtslu, og um hvussu umráðandi tað er at stuðla felagskapum, sum síðani stuðla víðari. Tað siga tær báðar, Jóna Vivi Debes úr Hvalba, og Borgný Jóhansdóttir av Tvøroyri, sum seinastu tveir mánaðarnir hava verið við í einari verkætlan um endurnýtslu, í samstarv við Reyða Kross.
Jóna og Borgný eru báðar næmingar á heystarskeiðinum hjá Føroya Fólkaháskúla, sum seinastu mánaðarnir hevur stuðla Reyða Krossi í arbeiði teirra, við at gera eina verkætlan um hvussu ein kann fáa vøkur og modernað klæði úr endurnýtsluhandlum.
- tað sum eg serliga havi lært av hesum er, at man saktans kann livað bíliga, samstundis sum man kann verða kulur og smartur ílatin, sigur Jóna.
Jóna heldur at tað er sera nógv úrval í endurnýtsluhandlum, so tað er ikki neyðugt hjá nøkrum at fara út aftur úr handlunum, uttan at hava funnið okkurt teimum dámar. Føroyingar í dag skifta eisini so oftani síni klæðir út, at nógv av klæðunum í handlunum, enn eru modernaði, meðan tað eisini eru fleiri pløgg, ið als ikki eru nýtt fyrr, og tí enn hava merkið á sær.
Sjálv hevur Jóna fingið nógv meira vitan, og eitt nógv betri sjónarmið á endurnýtslu ígjøgnum hesa verkætlan.
- Eg havi ikki altíð hugsa nógv um endurnýtslu, men í dag havi eg fingið nógv meira íblástur, og eri nógv meira tilvitað um at endurnýta í mínum lívið, sigur Jóna.
Reyði Krossur er ein felagskapur, ið stuðlar teimum, ið hava tørv á hjálp, og tí heldur Borgný at tað hevur verið ótrúliga gevandi, at kunna verið ein partur av hesum arbeiði.
- Øll stóla upp á Reyða Kross, og at peningurin fer har sum hann skal, og tí hevur tað verið øgiliga gevandi at hjálp teimum við hesum, sigur Borgný, og leggur afturat at tey gleða seg til at stuðla Reyða Krossi í komandi viku, við at standa í handlinum, og vísa øllum sum koma framvið hvussu nógvir møguleikar eru í endurnýtsluklæðum.










