Gevandi makrelfundur í Klaksvík

Torradagarnir høvdu makrelin sum kjakevni á almennum fundi í Skúlanum við Ósánna í gjárkvøldið, og varð fundurin útvarpaður beinleiðis í Kringvarpi Føroya.

Í panelinum sótu Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskipum, Frímund Hansen, virkiseigari, Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, og Meinhard Jacobsen, vinnulívsmaður.

Fundarstjórar vóru Jóhann Mortensen og Kári Mikkelsen, tíðindamenn.

Rættiliga nógv fólk víða hvar høvdu leitað sær til fundin, og var høllin at kalla fullsett.

Spurningarnir, sum vórðu settir panelinum, vóru eitt nú, 1) Hvussu fáa føroyingar makrelin best til høldar? 2) Hvør skal fiska? 3) Skal gjald leggjast á? 4) Hvussu fáa flest føroyskir fiskimenn lut í makrelveiðini? og 5) Hvussu skipa vit makrelveiðina, so verkafólk á landi fáa lut í hesum?

Hópin av øðrum spurningum komu upp at venda.

Áhoyrarnir fingu eisini høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Hetta var ein sera siðiligur og viðkomandi fundur, sum lýsti hetta aktuella mál - makrelmálið - væl frá øllum síðum. Tá fundurin var liðugur, varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið.

Síðani varð boðið til kaffimunn og ein bita av torramati við rogni, makerli, laksi og øðrum góðum úr sjónum. Hetta fekk eisini prátið rættiliga á glið – og fólk høvdu nógv at práta um.

Orð & Myndir: Dávur Winther.