Gevandi fundur

Serliga varð Semingsstovnurin nógv umrøddur á kunnandi fundinum hjá Vinnumálaráðnum týsdagin. Landsstýrismaðurin hevur valt at geva feløgunum á arbeiðsmarknaðinum longri skotbráð at koma við sínum tilmæli. Freistin er nú sett til 29.september.

Seinnapartin týsdagin helt Vinnumálaráðið kunnandi fund fyri pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Kunnað varð um nýggja uppskotið hjá Vinnumálaráðnum um at víðka heilmildirnar hjá Semingsstovnin og at lóggeva fyri einum føstum gerðarrætti.
Góð 80 fólk vóru møtt til fundin á Hotel Føroyum. Landsstýirsmaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, legði út við at kunna um nýggja uppskotið, og eftir framløguna, var høvi hjá feløgunum á arbeiðsmarknaðinum at gera viðmerkingar.

Semingsstovnurin nógv umrøddur
Bjarni Djurholm fortelur, at serliga varð nógv kjakast um Semingsstovnin, og har vístu fleiri á, at hann við nýggja uppskotinum fær ov stórar heimildir.
Landsstyrismaðurin hevði undan fundinum væntað, at størsta kjakið fór at standast av fasta gerðarrættinum, sum kortini fekk hann ikki nógva umrøðu.
Bjarni Djurholm metir kunnandi fundin verið gevandi, og hann fer at taka viðmerkingarnar til sín.
Freistin hjá feløgum at geva sítt endaliga tilmæli um nýggja uppskotið hjá Vinnumálaráðnum varð sett til 25 august, men freistin er nú hon longd. Orsaka av summarfrítíðini hevur landsstýrismaðurin at geva feløgunum á arbeiðsmarknaðinum freist til 29.september.