Geva við vinstru, taka við høgru

Sigert Patursson, Formaður Bóndafelag Føroya
----

Herfyri frættist um uppsagnir á Allmennum royndum og ráð­geving (Royndarstøðini í Kollafirði), tað vísti seg at vera Fiskimálaráðið sum hev­ur ordrað sparingar fyri yvir eina millión krónur á royndarstøðini, ella næstan 40% av samlaðu játtanini til hendan stovn undir land­in­um, hetta má vera eindømi at ein stovnur missir so stóran part av síni játtan eftir ein­um ári, tá ikki talan er um bein­leiðis niðurleggjan av virkseminnum.
Allmennar royndir og ráð­geving, tað sum vit van­lig rópa royndarstøðin, hev­ur umfatað royndar og gransk­ingar­virk­semi í land­bún­aðar­høpi í Føroyum nú í skjótt 100 ár, upprunaliga vóru fleiri støðir í Føroyum, men í 1980´unum var farið undir at gera royndarstøðina í Kollafirði, ambisjónin var høg, men royndarstøðin fekk ongantíð møguleikan at prógva sítt virði, í 80´unum var játtanin uml 5 mio. Kr møguliga svarandi til 9-10 mio í dagsins virði, og var eisini nakað virksemi tá, men áðrenn veruligt úrslit kom burturúr royndarstøðini, rakti kreppan landið , og at kalla alt virksemi helt uppat, játt­anin hevur síðan verið á so lág, at ikki hevur verið rúm fyri nøkrum verðuligum virk­semi, ið hoyrir slíkum stovni til.
Tó skal sigast, at kjarnu virksemi hjá royndarstøðini øll árini líka til nú, hevur ver­ið mjólkaeftirlit, ísáð­ing og beinleiðis ráð­gev­ing. Hetta eru alt grund­leggjandi tæn­astur, sum mjólkar­fram­leiðslan illa/ikki kann vera fyri uttan.
Mjólkaeftirlitið byrj­aði í 30´unum, við at viga og skráseta mjólkar­fram-leiðsl­una í Føroyum, í 50´unum var eisini fari at ísáða neyt­ini, fyri at betra um kyn­bótaarbeiði, og við tí fáa betri neyt, samstundis sum ráðgeving í samband við fóðing v.m. var uppbygd.
Hesar tænastur eru stýr­ings­amboð hjá mjólkar­fram­leiðsluni, bæði tá hugsa verður beinleiðis um góðsk­una á mjólkini, fóðring av neyt­um og ikki minst um kyns­bótaarbeiði sum gjørt verður hvønn dag fyri at fáa sum mest burturúr, bónda og brúkara at gagni. Eisini ber í ávísan mun til at meta um heilsustøðuna hjá hvørjari kúgv sær, við tí vitan hetta eftirlit gevur.
Við eini slíkari eftir­lits­skip­an sum omanfyri nevnt, fæst eisini ein rúgva av hagtølum, so at vinnan og onnur allatíð kunnu síggja hvørjum støði vit eru á og samanbera við okkara grannar.
Sum støðan er nú, eru, ella vera hesar skipanir niður­lagdar heilt skjótt, og fólk við hollari vitan á økinum eru søgd úr starvi.
Tað løgna við øllum er, at í vár samtykti løgtingið eina lógarbroyting, hvar nakað av eyka peningi verður játt­­aður neytahaldunum í Før­­oyum, so at vinnan ikki held­ur uppat, og i heyst niður­leggur landstýrið tey mest grundleggjandi stýri­am­boðini, vinnan hevur fyri at tryggja eina framgongd og at framleiðslan er á einum støði, sum kann góðtakast.
Tosa um at “geva við vinstru og taka við høgru”
Bóndafelag Føroya vil við hesum heita á myndug­leik­arnar, um at bera so í bandi at hesar tænastur vera varðveitar vinnuni og samfelagnum at gagni.