Geva við høgru hond og taka aftur við vinstru

Fíggjarmálastýrið boðaði herfyri frá at møguliga fara føroyingar at fáa ein ávísan skattalætta.

Bjarti Mohr

Valevni hjá Fólkaflokkinum


Tíverri fyri føroyska lønmóttakaran og sethúsaeigaran meinti Fíggjarmálastýrið nakað annað við hesum.

Tað sum verður sagt er at vit geva møguliga ein skattalætta við høgru hond, men vit taka hetta aftur frá tykkum við vinstru hond ? so einfalt kann tað sigast. Tí alt sum er komið fram higartil bendir á at ætlanin er at leggja eina køvandi skattahond á føroyska lønmóttakaran. Dømi um hetta eru m.a. ætlanin um at minka rentustuðulin hjá sethúsaeigaranum.

Fylgjurnar fyri føroyskar sethúsaeigarar vera at tað verður munandi dýrari at sita í húsum sínum ? lat ongan iva vera um tað. Hetta kemur sum steinur omaná byrðu hjá teimum sum enn sita hart í tí eftir kreppuárini.

Hesi fólk ? og tey eru ikki so fá ? høvdu annars ein góðan møguleika at koma burturúr trongstøðuni, nú tíðirnar hava verið eitt sindur betri. Og tey sum eru farin at byggja vera eisini fangaði í rentufelluni. Ein maður sum arbeiðir á flakavirki forvinnur í uml. 150 túsund um árið. So tað sigur seg sjálvt at her er ikki nógv eftir tá ið alt er goldið.

Fólkaflokkurin hevur hinvegin lagt fram eitt skattauppskot sum skal koma øllum føroyingum til góðar. Hugsa um at helvtin av skattinum fer í kommunukassan.

Vit eru fullvísir í, at eitt meira rímiligt skattatrýst førir til at bæði fólk og kommuna fáa størri inntøku og at borgarin fær størri møguleika fyri at spara upp.

Vilt tú hjálpa okkum við hesum arbeiði so lat atkvøðu tína til Fólkaflokkin ? lista A.