Tórshavnar Býráð hevur einki ímóti, at tey, sum íðka ítrótt skulu sleppa ókeypis, men pensjónistarnir, teir skulu rinda.
Á býráðsfundi hóskvøldið var Halla Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, var eitt sindur spísk við meirilutan í býráðnum.
Sum er, skulu ítróttarfólk ikki rinda hallarleigu um veturin, ella frá 15. august til 1. mai. Men nú hevur býráðið so samtykt at brúka 700.000 krónur afturat til endamálið. soleiðis at tey, sum íðka ítrótt og venja, eisini kunnu brúka allar hallirnar í kommununi ókeypis ókeypis um summarið.
Men samstundis hevur meirilutin í býráðnum samtykt, at seta eina skipan í verk, har pensjónistar kunnu fáa fólk heim at gera reint.
Men pensjónistar skulu 170 krónur, hvørja ferð onkur kemur at gera reint fyri tey, og tað er ein triðingur av tí, tað í roynd og veru kostar.
Høvdu pensjónistarnir sloppið undan hesum brúkaragjaldinum, hevði tað kostað kommununi 319.000 krónur afturat.
Halla Samuelsen heldur lítið um hendan mátan, sum meirilutin í býráðnum ger mun á tveimum bólkum av borgarum.
Hon heldur ikki, at tað er rætt, at tey eldru, sum hava havt eitt langt lív, skulu rinda, men tey, sum íðka ítrótt, sleppa ókeypis.
Annika Olsen, borgarstóri, og Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, halda, at tað er stak óheppið at seta tveir bólkar av borgarum upp ímóti hvørjum øðrum, tí hesi bæði málini hava einki við hvørt annað at gera.
Annars samtykti býráðið einmælt at tað skuldi vera ókeypis at brúka hallirnar, men Javnaðarflokkurin, og Sambandsflokkurin í býráðnum atkvøddi ímóti at pensjónistar skulu rinda brúkaragjald – men tað var ikki nóg mikið, tí meirilutin í býráðnum syrgdi fyri, at tað varð samtykt kortini.
https://www.in.fo/news-detail/news/hetta-er-at-visa-abyrgd-eisini-um-tiggju-ar/Les eisini: Hetta er at vísa ábyrgd - eisini um tíggju ár










