Hesa vikuna koma ikki færri enn tríggjar fløgur út við andaligum tónleiki bæði nýggjum og gomlum sangum.
Tað byrjaði við at vestmenningurin Ovin Klein Olsen, sum er búsitandi í Danmark, gav út fyrstu fløgu sína við heitinum Tilbage Til Livet. Í hesum sambandi var hann eisini á konsertferð kring landið.
Eftir hetta setti vinur hansara, Hjørleif Gaard úr Kollafirði seg í samband við hann, og er hetta vinarbandið styrkt ár eftir ár.
Í dag er hetta samstarvið, sum hevur havt nógv við tónleik at gera, ført til at teir nú geva 2., 3. og 4. fløguna út í hesi røðini í vikuni:
Fyrsta fløgan er við teimum 4, og er ein stuðulsfløga fyri Sunnudagsblaðnum og missiónsarbeiðinum her á landi; onnur fløgan er við Streingjakórinum í Gamla Meinigheitshúsinum í Havn, og í triðju fløguni hevur Hjørleif Gaard skrivað orðini og Ovin Klein Olsen tónleikin, og hann syngur sjálvur.
Fløgurnar kunnu keypast hjá Hjørleif Gaard í Kollafirði (tlf. 221659).
Sí annars videobrot niðast í greinini!