295 fólk lótu lív, tá eitt flogfar hjá Malaysian Airlines datt niður har eysturi í Ukraina seinnapartin.
Beint eftir hendingina kunngjørdi russiska tíðindastovan Interfax, at tað var ein rakett, sum skjeyt flogfarið niður, beint áðrenn tað kom í russiskt loftrúm.
Seinni segði ein talsmaður fyri ukrainska innanríkisráðið, at tað var ein russisk rakett av slagnum BUK, sum hevði rakt flogfarið. Talsmaðurin legði afturat, at tað er alt, sum bendir á, at tað vóru uppreistrarmenn har eysturi í Ukraina, sum skutu flogfarið niður.
Uppreistrarleiðarin Alexander Borodai sigur harafturímóti, at tað var ukrainski herurin, sum skjeyt flogfarið niður, men tað avsannar stjórnin í Kiev.
Reuters skrivar frá fólki, sum hava verið á vanlukkustaðnum, at tað er alt, sum bendir á, at flogfarið bleiv skotið niður.
Hetta er aðru ferð í ár, at Malaysian Airlines missir eitt fullsett ferðamannaflogfar. Fyrru ferð var í mars, tá eitt flogfar hjá felagnum hvarv á veg úr Kuala Lumpur til Beijing við 239 fólkum umborð.