Geva heiminum ein smakk av Føroyum

Talið av ferðafólki í Føroyum er lítið, men tað merkir ikki, at landið ikki verður marknaðarført sum áhugavert ferðamál við góðum mati

Talið av ferðafólki í Føroyum er lítið, men tað merkir ikki, at landið ikki verður marknaðarført sum áhugavert ferðamál.

Á Instagram hjá Visit Faroe Islands verður eggjað til at royna føroyskan mat og uppskriftir, líkamikið hvar í heiminum tú ert, so tú á tann hátt kanst fáa ein smakk av Føroyum, nú ein ikki fær vitjað.

Videobrotið omanfyri, har Gutti Winther matger jákupsskeljar við hvitum asparagus og vinaigrette í Bø ein summardag er lutað av Visit Faroe Islands í gjárkvøldið, og hevur longu verið víst smáar 12000 ferðir. 

##med2##

Uppskriftin hjá Gutta Winther upp á jákupsskeljar við hvitum asparagus og vinaigrette  er at finna her 

Visit Faroe Islands lutaði eisini fleiri føroyskar uppskriftir upp á sjógæti á Instagram Story í gjár.