Geva føroyingum ans

Tað er ikki bara her heima, at lagt verður til merkis, at føroyingar fara aðrastaðni at royna fótbóltseydnuna

Fyri stuttum skrivaðu vit, at teir báðir, John Heri Dam og Rúni í Soylu, vóru farnir til Jotun at royna seg undir leiðslu av Kára Reynheim.

Sum kunnugt er talan um lið í trið norsku bestu deildini, og hóast stóru norsku fjølmiðlarnir kanska ikki vísa hesum so stóran ans, so hevur lokala blaðið í Øvre Årdal, Årdal og Lærdal Avis, fingið fatur á tíðindunum.

Fyri stuttum hevði blaðið sostatt eina grein um teir báðar føroyingarnir, sum nú skulu royna at styrkja um liðið. Í greinini verður greitt frá, hvaðani teir báðir koma, og á hvørjum plássum teir eru vanir at leika.

Til stuttleika kann nevnast, at norðmenninir helst ikki hava lært leikararnar rættuliga at kenna, tí í greinini verður skrivað, at John Heri vanliga hevur verið í høgra miðvallarborðið, meðan Rúni hevur leikt sum bæði vinstri bakkur og áleypari.

Annars leggur blaðið stóran dent á, at teir báðir til samans hava 16 ára royndir í bestu føroysku deildini, og vóna teir sjálvandi, at hetta kann betra um møguleikarnar hjá heldur óroynda norska liðnum.


Strævin venjing

Sum skilst, so hevur venjingin har yviri verið sera strævin, ikki minst orsakað av, at liðfelagar teirra vóru í heilt góðari venjing, longu tá báðir føroyingarnir komu yvir.

Leikararnir har yviri hava so at siga ongan steðg havt í venjingini, og tá teir báðir hava tikið sær av løttum, síðani landskappingin her heima endaði, skal helst eitt sindur av renning til, áðrenn teir verða í eins góðari venjingarstøðu.

Hóast heldur hørðu byrjanina, so lata teir báðir væl at umstøðunum. Í løtuni starvast teir á verksmiðju nærhendis, so teir hava eisini annað enn sjálvan fótbóltin at takast við.

Ætlandi skulu teir báðir venja við norska felagnum í einar tveir mánaðar, áðrenn støða verður tikin til, um uppihaldið skal leingjast, so teir eisini vera við, tá landskappingin fer í gongd.