Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen noyðast at geva avboð at døma mansfinaluna í Challenge Cup. Eyðun Samuelsen hevur framvegis skaða at dragast við, og føroyingarnir noyðast tískil at vísa tilboðnum aftur.
Evropeiska hondbóltssambandið heitti annars á dómararnar at døma fyrru finaluna í Challenge Cup. Fyrri finaludysturin millum portugisiska Benfica og slovenska Cimos Koper skal avgreiðast næsta sunnudag.
Tilboðið er greitt tekin um, at føroysku dómararnir hava gjørt vart við seg í altjóða høpi.
Eyðun Samuelsen fór av vøllinum við skaða í triðja finaludystinum um føroyameistaraheitið millum Stjørnuna og Neistan.