Marja Lund Gjógvará, býráðsvalevni fyri Tjóðveldi.
Borgarin og familjan við serligum avbjóðingum mugu stríða sítt einsamalla stríð. Sum skaddur, hevur tú ikki nógva orku at berjast, fyri at fáa nøktandi uppvenjing, so hendan uppgávan liggur mangan hjá teimum avvarðandi, og uppgávan er torfør og krevjandi.
Bert tað at fáa upplýsingar um tilboð og rættindi er stórarbeiði. Her falla helst fleiri veikar familjur frá. Hetta ber ikki til og trupulleikin má setast á politisku dagsskránna.
Sum nú er, er økið innan uppvenjing óskipað og afturúrsiglt. Fyri at fáa uppvenjing á tað støði, sum tað eigur, mugu vit krevja at uppvenjingin verður skipað og bjóða beinanvegin tá tørvur er á tí.
Sagt verur at Havnin skal kappast móti øðrum høvuðsstaðnum. Hesum kann eg fylgja, men aðrastaðni hava tey uppvenjingartilboð. Tey hava ein politikk á økinum og hava tí ein kappingarfyrimun. Fleiri av okkara borgarum, mugu leita sær aðrastaðni at fáa ta hjálp teir hava tørv á. Okkum nýtist í veruleikanum ikki at fara so langt at kappast og finna betri tilboð. Vit kunnu bert fara til aðrar kommunur í landinum, so sæst at støðan har er væl frægari enn hjá okkum í Tórshavnar Kommunu.
Nærverki, ið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, er býtt upp í økir. Í hesum økjum er stórur munur á tilboðum til borgararnar.
Tórshavnar Kommuna er øki 1. Kommunan hevur sett Heilræði á stovn, ið bjóðar t.d. rørsluvenjingar til fólk eldri enn 60 ár. Hetta er eitt óført átak, ið er til gleði og gagn fyri nógv fólk. Men hetta er viðlíkahaldsvenjing til eldri borgarar. Vit hava onki skipað tilboð til uppvenjing fyri fólk, ið hava fingið skaða ella blóðtøpp, ung sum gomul.
Sum sagt er Tórshavnar Kommuna øki 1. Norðstreymoy, Norðureysturoy, Vágar og Mykines er øki 2. Í Øki 2 eru fýra økisterapeutar settir, í mun til bara tveir í Tórshavnar Kommunu, ið er eitt fólkaríkari øki.
Í øki 2, gera tey m.a. eitt uppsøkjandi arbeiði. Har seta tey seg í samband við fólk, ið hava tørv á uppvenjing og bjóða uppvenjing við atliti til, at borgarin skal verða sjálvhjálpin í egnum heimi. Hetta verður ikki gjørt í Tórshavnar Kommunu, tí politiskur vilji og raðfesting hevur ikki verið til tess.
Landspolitiskt skal økið raðfestast, og øll í Føroyum skulu sjálvandi fáa gagn av einari rættari uppvenjing, men kommunalt skal hetta eisini raðfestast. Tórshavnar Kommuna kann gera sítt fyri at veita sínum borgarum tann besta stuðulin, ið til ber. Lat okkum í Tórshavnar Kommunu fáa íblástur frá øki 2. Allar kreftir eru klárar at taka lut.
Vit eru so heppin, at hava yvir 100 vælútbúnir fysio- og ergoterpeutar í Føroyum við góðum førleikum og við góðari vitan, ið gjarna vilja brúka síni evni fult út. Umstøðurnar til at gera eina skipaða uppvenjing, við langtíðar ætlanum, eru til staðar. Tað er tann politiski viljin, ið má verða jaligur og slóða vegin. Sum tað sær út strandar trupulleikin á økinum, við væntandi skipan og væntandi samstarvi.
Hetta økið skal ikki detta í veitina ímillum hvat er landspolitiskt og hvat er kommunalt. Landið skal raðfesta økið og gera tað lættari hjá kommunum at stuðla sínum borgarum. Um tað er torført hjá okkara landspolitikarum at raðfesta økið, kunnu tey hugsa um kostnaðin. Tað kostar landinum meiri at hava óvirknar borgarar, ið hava tørv á nógvari røkt, tað verði seg heima ella á sjúkrahúsum, enn at hjálpa teimum at fáa eitt so virkið lív sum gjørligt, og klára seg sjálvi. Eisini eru pengar at spara, um ein hugsar um mista arbeiðstíð og almennar veitingar.
Tað kann vera, at ein haldgóð loysn á uppvenjingarøkinum ikki hevur so stóran politiskan heiður við sær. Her er í mun til eina stóra ítróttar-verkætlan, ongin snórur at klippa og úrsliti er ikki líka sjónligt sum eitt populistiskt monument.
Uppvenjingarøkið er fløkt og trupult at fáast við, og vit kunnu bert staðfesta at eingin politikkur er á hesum øki, men hetta hoyrir heima undir almenna tænastuøkinum og eigur at vera stýrt eftir greiðum politiskum málum.
Eg havi varhugan av, at tað skal ikki so nógv til fyri at fáa eitt væl samskipað og dygdargott tilboð framt í verki. At fáa styrkt hetta øki er gott fyri tann einstaka, fyri avvarðandi, fyri kommununa og fyri búskapin sum heild. Fáa vit verulig uppvenjingartilboð í Tórshavnar Kommunu, so er tað ein verulig vinnarastøða fyri allar partar.