Gev okkum nýval sum skjótast

Tað er somikið rokaligt í samgonguni nú, at einasta skilagóða hevði verið at skriva út nýval, heldur Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum Poul Michelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, er nú veruliga farin at ótolnast eftir nývali. Hann sær fyri sær rumblið, sum verður í heyst, um verandi samgonga skal undir eina fíggjarlógarviðgerð.

- Ein fíggjarlógarviðgerð í verandi valskeiði verður púra ómøgulig, og vandi er ikki bara fyri, at vit missa tamarhaldið politiskt, men eisini at vit missa tamarhaldið á búskapinum, sigur Poul Michelsen. Og hann vísir á, at ein fíggjarlóg í heyst verður bara ein provisorisk fíggjarlóg, við ongum visjónum ella veruligum politiskum ætlanum. Og at løgtingslimir fara at koma rennandi við øllum møguligum løgnum málum.

- Har fara fólk at koma mælandi við einum punkti her og einum øðrum dér. Tað verður onki skil á og er púra ábyrgdarleyst, sigur tingmaður Fólkafloksins, sum er valdur í Suðurstreymi.