Gev Norðoyggjum eitt umboð í nevndina fyri Norðoyatunnilin

   

Vit kunnu bert staðfesta, at tað hevur verið sera óheppið fyri vinnuna í Vágum og vágafólk sum heild, at tey ikki hava havt umboð í nevndini fyri Vágatunnilin.
Sama er galdandi í málinum fyri Norðoyatunnilin.
Eitt umboð fyri Norðoyggjar hevði umboða- áhugamálini hjá okkum, sum koma at brúka tunnilin, og hugsa vit tá serliga um áseting av gjaldi og samskiftið við vinnulívið í Norðoyggjum.
Tað er ikki rætt at norðingar verða hildnir í óvissu, um gongdin í málinum og hettar kemur samtundis illa við hjá vinnufyritøkum í Norðoyggjum.