Gev mær 10 kraftig og ein niðurdeil

– um klædnamóta í kappróðri

Tekstur: ólavsøkuróðurin

Er tað nakað, sum føroyskur kappróður ikki er kendur fyri, so er tað at vera mótabevístur, tí bekksár og árabløðrur eru ikki fyri diskodukkur. Tað ræður um at vera harður og einfaldur, og tilvitanin um mótaheimin er eingin. Soleiðis vil kappróðurin helst vera uppfataður, men er tað soleiðis? Vit hava hugt eitt sindur aftur í tíðina og kekkað klædnamótan í tjóðarítróttinum.

--

Inni í venjingarhølunum er ein rómur av sveittandi rógvarum. Vælskornir kroppar kýta seg á maskinunum, og harði tónleikurin pulserar ígjøgnum æðrarnar. Bumm-bumm-bumm. Sterkir sansir. Lungur, ið skríggja eftir luft. 100 metrar eftir. Turboin verður sett til fyri at klára tey seinastu tøkini.

Soleiðis er stemningurin helst í fleiri venjingarhølum kring landið. Og hóast pínslan er stór, so setast rógvararnir trúliga aftur á maskinurnar til hvørja venjing. Tað, sum dregur teir, er viljin at gerast betri. Hugurin at vinna á mál saman við restini á manningini. Í so máta er einki broytt tey síðstu 100 árini. Samanhaldið og sigurshugurin eru hini somu – men klædnastílurin hevur verið fyri stórum broytingum gjøgnum tíðina.

Tak nú bara niðurdeilin

Tá ið kvinnurnar fyri júst 100 árum síðan fóru at rógva kapp, róðu tær í niðurdeili. Helst var einki annað, og man fór í tað, sum man átti. Tá var tað óhoyrt, at kvinnur gingu í buksum, ella langbuksum, sum tey kallaðu tað. Í samfelagnum høvdu kvinnurnar ikki verið gerandismyndir í frítíðarlívi soleiðis, men nú vórðu broytingartíðir, og kvinnurnar fóru at rógva á ólavsøku. Sjálvandi skuldu tær tað, eins og tær vunnu fram aðrastaðni í samfelagnum. Men neyvan hevur niðurdeilurin verið praktiskur at rógva í. Helst er hann gliðin upp og hevur heldur ikki verið serliga heitur; men har sótu tær treystligar við ár í hond. Pløggini øðrvísi, men eygnabráini tey somu sum nú.

Kvinnumanning frá 1927. Í niðurdeili, hvítari blus og stórari sloyfu. Mynd: Drekin.

Skjúrtan og terylenbuksurnar

Í 1941 fóru onglendingar at framleiða polyesterfipur, sum seinni bleiv brúkt sum tilfar til buksur, betri kent undir navninum terylen. Terylenbuksur vóru sunnudagsbuksur, og tað róðu fleiri manningar í á stevnum, serliga upp ígjøgnum fimmtiárini – og so í snøggari hvítari skjúrtu. Undir venjing var tó róð í vanligum arbeiðsbuksum, sokallaðum yviráls. Tað sigst, at vestmenningar vóru so væl vandir við henda nýggja stevnumótan, at teir loystu bara tann ovasta skjúrtuknappin, tá ið teir róðu kapp, og knappaðu so aftur, tá ið róðurin var liðugur. Eyðsýnt góður stílur, og man fær varhugan av, at James Bond kundi verið hálvur vestmenningur fyri tann skyld.

Manningin á Royndini Fríðu úr Húsavík í 1953. Í terylenbuksum, hvítari skjúrtu og slipsi. Mynd: Alfred Gullbein.

Kovboybuksurnar

Meðan føroyskir menn hildu fast við terylenbuksurnar, smoygdu skorikarlarnir Marlon Brando og James Dean seg í einar Levi's yviri í Hollywood. Við tí startaði kovboybuksueksplosiónin, sum síðan hevur rullað um allan heim, og Brandon og Dean fingu størri lekkurheitspotentiali enn nakrantíð. Í 1960’unum og serliga 70’unum gjørdu kovboybuksurnar innrás í føroyska kappróðrarflotan og vóru nógv tað mest nýtta plaggið at rógva í, bæði á stevnu og undir venjing. Kvinnurnar høvdu langt síðan droppað niðurdeilin og róðu nú í somu klæðum sum menninir. Styrkin er sjálvandi tann góði kvaliteturin í buksunum, og enn tann dag í dag eru tað summi, sum fyritrekkja hetta plaggið og halda, at tað er tað besta, sum finst at rógva í. Tí rumpan situr rimmarføst á bekkinum, og tú fert ongan veg. Og so eru tær sjálvandi eisini sterkar og praktiskar, og er man væl skorin um sporlið, so sita tær beista væl.

Manningin á Eysturoyingi á ólavsøku í 1976. Í kovboybuksum og t-shirt. James Dean-potentialið er týðiligt. Mynd: Gamlar myndir úr Havn á Facebook.

Lúskushortsini

Tú hoyrir tey uttan um teg, tá tú ert á stevnu. Hetta lítla gnaddandi gummiljóðið, hvørja ferð ein rógvari kemur fram við tær á kaiini. Lúskushortsini gjørdust kappróðrarmóti í 00’unum. Tey eru gjørd úr syntetiskum gummitilfari, sum er fult av bjálvandi luftbløðrum, ið verja fyri kulda. Shortsini eru gyrðin, stuðla vøddarnar væl og eru ógvuliga góð at rógva í. Navnið hava tey frá, at tey kunnu lætta um og byrgja fyri skaða í lúskuni, sum er ein vanligur skaði millum rógvarar. Lúskushortsini eru eitt úrslit av stóru kemisku menningini innan klædnaídnaðin síðan sjeytiárini, og møguleikarnir at útvega sær klæðir eru ikki at samanlíkna við fyrr. Til tað betra, siga tey flestu.

 

Genturnar á Drekanum í 2017. Flestallar í lúskushortsi. Mynd: Marjun Manuela Behrens.

Spandex – síðsta skríggj

Onkur kallar tað sparkidrakt, og tað er ikki løgið. Í fyrstani sá tað ið hvussu er heilt skeivt út, tá menninir á Klaksvíkingi í 2006 heilt alvorligir komu travandi í hesi draktini. Onkur helt teir vera slopnar út úr einum barnagarði. Stoffið var sum málað upp á kropparnar, og einki var eftir til fantasiin. Hvørki aftan ella framman. Men tað hevur tó víst seg, at spandexin er blivin betur og betur umtókt, og nú síggjast fleiri manningar, sum altíð rógva í spandex. Bæði yngri og eldri. Spandexin er í so máta praktisk, tí tú sleppur undan at hampa klæðini alla tíð, og einki glíður niður ella upp. Tó kann føroyska veðurlagið verða ein forðing, tí spandex er einki serliga heitt at rógva í, men tá er gott at fara í eina stúku útyvir.

Ormurin Langi á vestanstevnu 2018. Í spandexdraktum. Vit tora ikki at vísa longur niður. Mynd: Jan Herman Hansen.

 

Myndirnar síggjast niðanfyri: