Gev mær øl, gev mær hash, gev mær MC-HÁR

Við freku tekstunum og hart pumpandi tónleikinum, høvdu MC-Hár fólkini framman fyri Stóra Pall í einum jarnhaldi, allan vegin. Tað var feitt! Ordiliga feitt!

UMMÆLI

Sveinur Dam

sveinur.dam@gmail.com


Tey siga, at man gloymir ongantíð ta fyrstu ferðina, og eg má viðganga, at eg minnist væl mína fyrstu ferð. Fyrstu ferð eg uppdagaði Framvegis Uttan Vit hjá MC-Hár. Tað var fantastiskt at hoyra slíkt á føroyskum, og eg tráðlurtaði hana niðri hjá systir míni, ið stutt áðrenn hetta var flutt heim til Føroya. Hetta var í 1998.

Í kvøld var eitt ekta nostalgi tripp, tá Niels Uni Dam og Rókur Jákupsson Jacobsen tóku okkum við til tey freku 90'ini. Tekstir um oralsex, analsex, at roykja hash og drekka øl, hava ongantíð verið frambornir so frískt og rebelskt, sum í kvøld. Ljóðið var gott og tað hoyrdist, at bólkurin hevur 18 ár á baki, tó við skiftandi manningum.

Seinastu árini hevur Rókur Jákupsson Jacobsen verið sangari í bólkinum, og tað ber illa til, ikki at blíva imponeraður av hansara rødd, ið man vera millum tær allarbestu. Tað er ótrúligt, so væl hann orkar at skrála, rakar hvønn tóna klokkureint og hevur ein brodd í røddini, ið man ofta saknar hjá øðrum.


Sum tónleikabólkur er MC-Hár helst eitt eindømi í heiminum. Teir hava verið til í 18 ár, og hesa tíðina hava ikki færri enn 80 fólk verið knýtt at bólkinum. Hóast hetta, so skuldi man trúð, at manningin, sum var í kvøld, hevur spælt saman øll árini.


Sleppa avstað við øllum

MC-Hár duga at gera eina ordiliga framførslu. Tað hava teir mangan prógvað fyrr, men eg havi ongantíð áður hoyrt teir so góðar, sum í kvøld. Hóast allir smálutirnir ikki vóru heilt sum teir skuldu, so bilti hetta als ikki, tí ein bólkur, sum dugir so væl at fýra hann av, sum MC-Hár, kann sleppa avstað við næstan øllum, tí teir geva ikki áhoyrarunum frið eitt sekund. Og neyvan finst ein annar bólkur í heiminum, ið klárar at fáa fleiri túsund føroyingar til at rópa SPERM í kór.


Alt kókaði

Settlistin taldi nógv av teimum gomlu løgunum, og byrjaði við ikki færri enn 5 sangum, sum koyrdu út í eitt, áðrenn Niels Uni fyrstu ferð helt ein lítlan steðg, har hann tosaði um tey farnu 18 árini, og frakkan, hann hevði á, til teirra allarfyrstu framførslu.

Eftir hendan lítla steðgin, koyrdi tokið aftur, og tær fáu ferðirnar, Niels Uni tosaði millum sangirnar, var tað eins og at hann bert oysti bensin á bálið framman fyri pallin.

At enda seinast spældu teir sangin um tað, sum teir hava, sum tú ikki hevur. Teir meina sjálvsagt við hár, men av tí at eingin teirra hevur so nógv hár longur, uttan kanska báðir guitarspælararnir, fingu teir SIC upp á pallin at syngja kór. SIC fingu veruliga pallin at kóka, og við berum reyvum og langum hári, rópaðu teir okkum gjøgnum síðstu etapu. Áðrenn eykanummarið, skilst, tí teir blivu sjálvsagt skrálaðir inn á pallin aftur, og endaðu framførsluna við Tú Er Deyður. Alt kókaði, men nú var slutt. Tíverri, freistast man at siga, tí eg hevði væl kunnað hoyrt nógv meira av teimum.