- Hetta er ein áheitan á partamann mín, Jákup Mikkelsen, landsstýrismann í fiskivinnumákum, um at spara Sjósavnið fyri at verða skert heili 33 prosent av einari so lívsneyðugari og lítlari játtan.
Mótstøðan í býráðnum í Havn mótvegis avgerðini hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, at skerja játtanina úr 300 túsund krónum niður í 200 túsund krónum, er hørð. Umframt Heðin Mortensen, borgarstjóra, heitir Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, staðiliga á sín partamann um ikki at geva Sjósavninum mønustingin.
- Hendan sparingin munar so lítið ímóti einum tíggju- og hundraðtals milliónum, sum rulla gjøgnum landskassan hvørt ár, og sum mangan ikki eru lívsneyðugar fyri okkara samfelag. Sjósavnið verður rikið við persónligum eldhuga, og hesin innsatsurin átti at verði løntur, og ikki revsaður við spariknívinum, skrivar Bogi Andreasen, býráðslimur, í skrivi.
Hann ger greitt, at tað skarð hann í hjartað, tá hann frætti um ætlanirnar hjá landsstýrismanninum. Stórar sparingar kunnu gerast í heilsuverkinum, almannaverkinum ella umsitingarverkinum, men har verða ongar sparingar - heldur fer landsstýrið eftir Sjósavninum.
- Landsstýrið ivaðist ikki í at játta tíggjutals milliónir krónur til Tekniska Skúlan og Trygdarmiðstøðina í Klaksvík. Tað mátti borið til at játta 100 túsund krónur til einasta Sjósavn í landinum, skrivar Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn.










