Gev ikki Sjósavninum mønusting, Jákup

Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, Tórshavnar Kommunu
-----

Tað skar meg í hjartað, at ein so serføroyskur stovnur sum Sjósavnið í Sandágerði skuldi skerjast við 1/3 av landskassans stuðli næsta ár. Ikki minni enn 100.000 kr av íalt 300.000 kr, sum løgtingið hevur játtað árliga, verður strikað eftir 1. januar.
Tórshavnar býráð hevur sæð so stórt í hesum livandi savni, at vit hava játtað 400.000 kr, ella 4/7 av samlaða kostnaðinum árliga, og vit halda fram at stuðla við somu upphædd í 2012.
Sjósavnið er nakað serligt, ikki minst tí tað hevur við høvuðsvinnu okkara at gera. Tað vísir føroyingum, sum ikki hava sítt dagliga yrki á sjónum, hvussu lívið í havinum virkar.
Føroyskir skúlanæmingar og tilkomin fólk í 1000-tali vitja savnið hvørt ár. Sjósavnið er fyri mong tað fyrsta innlitið, tey fáa í havsins lívfrøðiligu loynidómar. Tað kveikir uttan iva áhuga í mongum føroyskum barni til at kunna seg meiri um havsins iðjandi lív og eggjar kanska fleri til at velja eina yrkisleið, sum hevur við sjógvin og fiskivinnuna at gera.
Hetta er ein áheitan á partamann mín, Jákup Mikkelsen, landstýrismann í fiskivinnumálum, um at spara Sjósavnið fyri at verða skert heili 33% av einari so lívsneyðugari og lítlari játtan.
Henda sparing munar so lítið ímóti teimum 10- og 100-tals milliónum, sum rulla gjøgnum landskassan hvørt ár, og sum mangan ikki eru lívsneyðugar fyri okkara samfelag.
Sjósavnið er stovnað og verður rikið við persónligum eldhuga. Hesin innsatsur átti at verðið løntur og ikki revsaður við spariknívinum.
Landsstýrið ivast ikki í at játta 10-tals mió kr til Tekniska Skúlan og Trygdarmiðstøð í Klaksvík. Tað mátti borið til at játta 100.000 kr til einasta Sjósavn í landinum.
Einki mark sýnist at vera fyri miljardunum, sum rulla, tá stór fakfeløg í heilsu- (900 mió kr), almanna- (1.700 mió kr) , skúla- 900 mió kr) og umsitingarverkinum (500 mió kr) seta nevarnar fyri nasarnar á landstýrismonnum.
Har kundu milliónir verið spardar, men verða tað ikki. Tað hevur nakað við altjóða normar at gera. Men okkara smáu serføroysku spírar, tey søguligu, fólka- og lívfrøðiligu søvnini, verða kvaldir av smáligheit.
Eg heiti tí staðiliga á Jákup Mikkelsen, landstýris- og partamann, at hann sparir har, tað munar.
Tú mást lata okkara einasta, lítla Sjósavn sleppa undan at fáa mønustingin við einari 100.000 kr sparing, sum ongan mun ger í heildini, men sum setir trygdina við pumpuskipan, útskifting, viðlíkahaldi og lønum til tvey fólk í vanda.