Gev Emily ein kjans!

Eitt tipp um psykadeliskan rock til eitt vetrarvikuskiftið

Hevur tú rætta aldurin, og vart tú veruliga rokkáhugaður í 1970’unum, kennist tú kanska við bólkin Fairfield Parlour. Men tað er ikki tann bólkurin, ið føroyingar kenna best frá stóru rokktíðini, tá ið ikki minst bretar vóru frammarliga á pallinum.
Bólkurin Fairfield Parlour hevur eisini spælt og givið sangir og plátir út undir øðrum nøvnum. Einu tíðina var tað sum Kaleidoscope í 60’unum, og aðrar tíðir var tað sum The Sidekicks, The Key og I Luv Wight.
Í 1970 gav Fairfield Parlour út plátuna From Home To Home, og hon er frálík. Hon er ógvuliga tíðarmerkt, men tað er í grundini ikki nakar vansi. Góður progressivur – og eitt sindur psykadeliskur rokkur – kann verða fínur. Og á hesi plátuni eru nakrir frálíkir sangir. Vita, um tú kanst finna plátuna í leivdunum frá 70’unum ella far á YouTube og gev sangum sum Aries, Emily og Soldier In The Flesh ein kjans hetta vikuskiftið!