Getafe vil hava Laudrup aftur

Michael Laudrup hevur seinastu tíðina verið settur í samband við hópin av feløgum í Europa, men nú ljóðar, at Getafe fegið vil hava danan at taka samstarvið felagið uppaftur. Spanskir miðlar vita at siga, at forsetin í Getafe, Angel Torres, nú er til reiðar at geva Laudrup munandi betraðar arbeiðstreytir, um hann kemur aftur til felagið. Millum annað skal Torres hava sagt, at hann ikki fer at blanda seg í avgerðirnar hjá venjaranum á transfermarknaðinum, men at Laudrup tvørtur ímóti skal fáa ein kekk á 100 milliónir krónur til keyp av spælarum.