Getafe misti alt á gólvið

Getafe fullu ímóti Bayern München, men teir fullu við æru. 3-3 gjørdist endaliga úrslitið, og av tí, at fyrri dysturin á Allianz Arena í München endaði 1-1, so vann Bayern sær pláss í hálvfinaluni í UEFA-kappingini við fleiri málum á útivølli. Í 6. minutti bleiv Miroslav Klose koyrdur um koll við brotsteigarmarkið, og Getafe-leikarin Ruben de la Red fekk beinleiðis reytt kort. Getafe-venjarin Michael Laudrup var ikki fegin um hetta. Bayern trýsti øgiligt í 1. hálvleiki, men teir brendu, og í staðin skoraði Cosmin Contra fyri Getafe beint áðrenn liðini fóru til hálvleik. Bayern fekk nøkur mál, sum vóru kolldømd. Málmøguleikar vóru til báðar partar, og týskarum líkt, so javnaðu teir í síðstu løtu við einum máli hjá Franck Ribery.

Talan gjørdist um longda leiktíð. Getafe legði hart út, og innan fáar minuttir høvdu teir bæði lagt seg á odda 2-1, og økt til 3-1 við málum hjá Francisco Gasquero og Braulio. Tá fimm minuttir vóru eftir misti Getafe-málverjin Paco bóltin, og Luca Toni var skjótur at seta hann í netið til 3-2. Bayern trýsti nú øðiligt, og teir sendu alt fram, og heilt ímóti endanum stútaði Luca Toni bóltin í málið til endaliga úrslitið 3-3. Getafe kunnu kortini verða nøgdir, tí teir hava veruliga sligið navn sítt fast í Evropa hetta kappingarárið.