Gestur verður verandi í Sundalagnum

24 ára gamli Gestur Bogason Dam hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við EB/Streym.

 

Gestur skifti til EB/Streym frá B36 áðrenn kappingarárið 2018 og var ein av týdningarmiklastu leikarunum hjá sundalagsfelagnum í fjør.

 

- Hann spældi 28 dystir fyri okkum í fjør og skoraði 3 mál. Gestur var, saman við málmanninum Róa, tann ið leikti flestar minuttir í fjør. Tilsamans hevur Gestur leikt 96 dystir í betrideildini og skora 10 mál, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

Gestur Bogason Dam byrjaði fótbóltsleiðina í EB/Streymi. 11. august 2012 spældi hann sínar fyrstu minuttir í Betri-deildini fyri EB-streym. EB/Streymur vann tá 4-2 móti FC Suðuroy. Gestur Bogason Dam kom inn í 90. minutti.

 

Næsti dysturin í Betri-deildini kom tó ikki fyrr enn hálvt triðja ár seinni, tá hann 8. mars 2015 kom inn fyri B36 í 3-3 javnleikinum millum B36 og Víking í Gundadali. Hann avloysti Jónas Tór Næs í hálvleikinum. Hetta var árið hann fekk sítt gjøgnumbrot í bestu deildini. 22 dystir í Betri-deildini, tríggir í løgmanssteypinum og tveir í Champions League bleiv tað til í 2015.

 

Tilsamans hevur hann spælt 96 dystir í Betri-deildini og skotið 10 mál, og 11 dystir og tvey mál í kappingini um Løgmanssteypið.