Gestur tveittur runt á liðnum

U21: - Eg royni bara at læra so nógv sum eg kann

Gestur Bogason Dam er kanska mest fjølbroytti spælarin á U21 landsliðnum, sum í kvøld skal spæla móti Russlandi á Svangaskarði. B36 spælarin hevur eftirhondini røkt flestu uppgávurnar á landsliðnum.

 

Les eisini: (FSF Varpið) Klárir at møta Russlandi

 

- Nú mangli eg næstan bara at spæla málmaður, so havi eg spælt á øllum plássunum. Eg royni bara at læra so nógv sum eg kann, sigur Gestur Bogason Dam brosandi.

 

Seinast Føroyar spældu móti Russlandi var seint í fjør. Tá tapti føroyska liðið 2-0, eftir at hava  trýst móti dystarenda við støðuni 1-0. Tá spældi Gestur B. Dam í álopinum.

 

- Tú skal minnast til, at eg eisini eri deildur toppskjútti á U21 landsliðnum, heldur Gestur B. Dam skemtiliga fyri.

 

Tað ljóðar av nógvum, men sannleikin er at U21 landsliðið bara hevur fingið tvey mál í hesi undankappingini. Gestur B. Dam skoraði annað av teimum móti Týsklandi.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá U21 landsdystinum millum Føroyar og Russland, sum verður í kvøld klokkan 18. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 17.