Gestur Hovgaard heldur fram sum formaður í SamFelagnum, ið er felagið fyri føroyskar samfelagsfrøðingar. Tað gjørdist greitt eftir, at nevndin hevur skipað seg aftaná aðalfundin í apríl. Tað skrivar felagið á síni Facebook-síðu.
Stórar broytingar vóru heldur ikki í restini av nevndini. Nevndin heldur fram sum áður við Elin Debes sum næstforkvinnu, meðan Marita Klein Joensen er nýggjur nevndarlimur.
Upplýst verður, at endamálið við felagnum er at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið og styrkja ávirkanina hjá samfelagsvísindaligum arbeiði.
75 samfelagsfrøðingar eru limir í SamFelagnum.










