Gestur fer í starv í Grønlandi

Gestur Hovgaard er settur í starv sum instituttleiðari fyri samfelag, búskap og journalistikk á Universitetinum í Grønlandi, Ilisimatusarfik. Hann tekur við starvinum í heyst.

 

Gestur Hovgaard er í dag lektari í samfelagsvísindum og útbúgvingarleiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, men fer í farloyvi frá starvinum í heyst.

 

Gestur Hovgaard er eisini formaður í SamFelagnum og heldur eftir ætlan fram sum formaður til skeiðið er runnið í apríl.