Gestirnir vóru effektivari

Talan gjørdist ongan tíð um spruttandi álopsfótbólt, men eftir eina væl vanda deyðbóltsstøðu eydnaðist B36 at skora avgerandi málið 10 minuttir fyri leiklok

Fótbóltur

Tað varð sum so sagt hampuliga væl í leikskránni hjá B68. Har ljóðaði staðfestingin, at tað uttan iva varð truplari hjá B68 at spæla heimadyst móti B68, sum júst hevði kiksað við 2-2 javnleiki móti VB/Sumba, heldur enn at spæla útidysti móti einum KÍ-liði, sum júst hevði vunnið 7-1 móti sama VB/Sumba.

Bundu um verjupartin
Sannleikin í hesum kom í øllum førum greitt til sjóndar í hugburðinum, sum B36 hevði til dystin. Verjandi føroyameistararnir vóru fullgreiðir um, at ráð ikki vóru til fleiri kiksarar móti niðaru støddu liðunum, um stevið við oddinum skuldi haldast, og tí varð ansað væl eftir, at eingi býtt mistøk vórðu framd í dystinum.
Tá heimamenninir eisini lógu hampuliga djúpt á vøllinum, gav hetta úrslit í nógvum spæli á miðjum vølli, meðan møguleikarnir at skora vóru hampuliga fáir. Ikki minst, tí skróvturri vøllurin gjørdi tað sera trupult at seta menn av, og ikki so sjáldan hekk leðurkúlan eftir, tá snaringar vórðu royndar.
B36 megnaði tó í einstøkum førum at skapa vandastøður við at spæla eftir miðásini, meðan tað hjá B68 serstakliga var við uppspæli í vinstru síðu, har ein væl upplagdur Øssur Hansen var títtur í avbjóðingunum.

Deyðiligur deyðbóltur
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki kundu vertirnir kanska eisini lagt seg á odda. Í einum trimum førum var heilt nær við, at mál spurdist burturúr, men Jákup Mikkelsen stóð har, sum hann skuldi standa, tá harðast leikaði á, og so líðandi fekk B36 tiltvingað sær yvirvágina í dystinum.
Tað tóktist eisini geva meira sprell í B36-álopið, at Símun Hansen varð sendur á vøllin fyri Obi seinastu 25 minuttirnar. Sandoyingurin tóktist ikki hava somu trupulleikar av undirlendinum, sum fleiri av viðspælarunum, og ta ferðina var talan eisini um heilt góða skotroynd, sum tó smeyg sær dygst omanfyri tvørtræið.
Og Símun átti eisini sín lut í málinum, sum gav B36 øll stigini. Talan var kanska fyrst og fremst um eitt mál, sum staðfesti týdningin av deyðbóltum. B36 tók stutt hornaspark til Santos, sum langaði bóltin móti handara stólpa. Har stóð Símun til reiðar at senda inn fyri aftur, og so kundi Sylla stúta bóltin í kassan.

Botnbrak í Vági
Seinastu løtuna tók B36 fólkið langt aftur, og útskiftingarnar bendu greitt tann vegin, at leiðslan skuldi verjast.
Tann setningurin eydnaðist eisini, og soleiðis helt B36 fast í fjarstøðuni upp til oddin, sum altso enn er fýra stig burturi. Í so máta skerst ikki burtur, at B36 iðraði seg um javnleikin fyri viku síðani, tá mest sum allir møguleikar vórðu misnýttir. Sunnudagin var liðið munandi meira effektivt í so máta, og tí mundi sigurin helst kennast eyka søtur. Komandi vikuskifti er heimadystur móti ÍF á skránni, og enn ein sigur her kann føra B36 heilt nær oddinum, um væl vil til.
B68 skal tá á jóansøku í Vági, og tað bendir á ein sannan botngysara, har vinnarin kann skapa sær nakað av luft.